Við hesum skrivi mótmæla vit núverandi linjuføring til suðuroyartunnilin.
Vit eru fegin um at hava ein undirsjóvartunnil og ynskja suðuroyingum tað sama, sum vit hava fingið. Tó mótmæla vit harðliga ætlaðu linjuføringini, ið gongur gjøgnum Sandsbygd, Sandarfløttin, Mølheyggjarnar, Líðina, Sandarhaga o.s.fr.
Tá ið linjuføringin er vald og tunnilsarbeiðið skotið ígongd, vendist ongantíð aftur. Hetta verður ein varandi loysn í øllum førum tey komandi 100 árini. Tí má ein upp á seg lítil peningalig sparing nú, ikki liggja sum ein skuggi yvir samlaða kostnaðin yvir tíð, herundir eisini ávirkanina á náttúru og trivnað á staðnum.
Ætlaða linjuføringin hjá tunnilsfelagnum fer at gera stóran skaða á bygdarlívið á Sandi, tá ið nógv og tung ferðsla fer at koyra beint gjøgnum bygdina. Hetta fer at hava stóra ávirkan í mun til larm fram við vegnum og ferðslutrygdina hjá børnum og øðrum, ið ganga ella súkkla til og frá skúla og arbeiði.
Linjuføringin fer ígjøgnum bestu veltingarjørð í Føroyum, ið ikki kann vera brúkt sum veltingarjørð, um hendan linjuføringin verður veruleiki. Linjuføringin ávirkar tískil møguleikan hjá føroyingum at verða sjálvbjargnir við grønmetisframleiðslu, og myndin av Sandoynni sum hin “grøna oyggin” verður skalað ella fer heilt fyri skeyti. Harafturat ávirkar ætlaða linjuføringin bæði náttúru og umhvørvi í eitt nú Djúpadali og kring Stóravatn og Lítlavatn.
Vit vilja tí staðiliga krevja, at linjuføringin, ið Landsverk hevur gjørt, har tunnilin kom upp norðan fyri Sandsbygd, verður tikin uppaftur. Við hesi linjuføringini fer nógv og tung ferðsla ikki at koyra ígjøgnum Sandsbygd, og sostatt verða bygdin og bygdarfólkið ikki stórliga ávirkað av, at suðuroyartunnilin verður veruleiki. Við tí loysnini kann Skúgvoy somuleiðis gerast ein natúrligur partur av verkætlanini. Samlaði teinurin ímillum Suðuroy og meginøkið verður eisini nakrar kilometrar styttri, og møguligt verður at koyra 80 km/t tað mesta av teininum.
Harafturat slepst undan at leggja pengar í avleiddu verkætlanirnar, ið verða í Sandoynni eftir hendan møguliga tunnilin.
Øll ferðslan, ið verður av suðuroyartunlinum, fer at ávirka fólkið, ið býr á Sandi. Tunnilsfelagið metir, at 1.400 bilar fara at koyra ígjøgnum suðuroyartunnilin um dagin. Royndirnar frá sandoyartunnlinum vísa tó, at ferðslan kann fara at verða munandi størri enn mett, tí hon her er 2-3 størri enn upprunaliga mett.
Tað fer at vera meira liviligt fyri sandingar, um so nógv sum møguligt verður gjørt fyri at leggja linjuføringina uttan fyri bygt øki, samstundis sum roynt verður at lata veltingarjørðina fáa frið.
Av tí vit higartil hava hoyrt og sæð, er tað trupult at síggja, hvat gagn sandoyingar fáa av verkætlanini. Tvørturímóti sær tað út til, at vit fara at rinda hægsta prísin. Í ringasta føri steðgar tann góða gongdin, sum hevur verið, eftir at sandoyrtunnilin varð tikin í nýtslu.
Vit heita tí á landsins myndugleikar og tey fólkavaldu, um at vraka valdu linjuføringina og krevja tí at hugsa verður um aðra linjuføring, ið ikki hevur eins ógvusligar avleiðingar fyri sandsbygd.
Vegna
Sandoyar Tjóðveldisfelag
Sandoyar sýðslu Javnaðarfelag
Sandoyar Fólkafloksfelag
Sandoyar Sambandsfelag
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo