Talvsambandið: Í sjeynda og triðsíðsta umfari í stóru EM-stevnuni í Montenegro telva Føroyar móti Finnlandi.
Finnlendingar eru styrkismettir ovari enn vit, og hava hægri ratingtøl á øllum borðum. Fyritreytirnar eru tí tær somu sum í at kalla hvørjum dysti; vit eru the underdog.
Hvørgin av bestu telvarunum eru við. Tomi Nyback er ikki við á finska liðnum, og Helgi Dam Ziska er ikki við á føroyska liðnum í hesari kappingini. Teir eru at kalla javnsterkir.
Hetta er vist onnur ferðin, at vit møta Finnlandi á fýra borðum. Vit møttu teimum á olympiaduni í sveisiska býnum Luzern í 1982. Tá fingu vit bara eitt hálvt stig. Luitjen Apol telvaði tá remis á 1. borði móti Veio Maki.
Annars hava vit nakrar ferðir telvað móti Finnlandi í 8-landakappingunum (víðkaðar norðurlandameistarakappingar) yvir seks borð. Vit hava tapt teir dystirnar, men í fyrstu 8- landakappingini í Oslo í 1983 vann Súni Ziska á 1. borði á fleirfalda finska meistaranum Kaarle Ojanen.
Stóra navnið í finskari telving er Heikki Westerinen. Hann hevur telvað í Føroyum, men nú hann táttar í tey 80 árini, er hann dragnaður til nummar 50 í Finnlandi, og sæst tí ikki longur á finska landsliðnum.
Hesir telva í dag:
19.1 IM Sipila, Vilka 2429 - FM Nielsen, Hogni Egilstoft 2387
19.2 IM Sammalvuo, Tapani 2381 - FM Poulsen, Martin 2291
19.3 FM Valkama, Eero 2310 - FM Egilstoft, Rogvi 2254
19.4 FM Wartiovaara, Oliver 2270 - IM Rodgaard, John 2281
Tvey remis í gjár
Í sætta umfari í gjár telvaðu okkara menn móti ungdómslandsliðnum hjá Montenegro. Høgni og Martin telvaðu remis á ovaru borðunum, men Rógvi og John taptu á aftaru borðunum. Mótstøðumenninir høvdu hægri styrkitøl á øllum borðum.
Føroyar eru í løtuni nummar 37 av 38 liðum. Vit hava Skotland aftanfyri okkum. Vit eru styrkismettir nummar 36, men Kosovo, sum er styrkismett nummar 37, stendur seg væl.
Nielsen, Hogni Egilstoft 2387 - IM Tomic, Aleksandar 2411 ½ - ½
Poulsen, Martin 2291 - FM Sukovic, Andrej 2382 ½ - ½
Egilstoft, Rogvi 2254 - FM Pecurica, Milos 2342 0 - 1
Rodgaard, John 2281 - Djurovic, Peko 2344 0 - 1
Týskland og Ongland í toppdysti
Spenningurin harðnar í oddanum, nú tað styttist í kappingini. Í dag bresta oddaliðini bæði, Týskland og Ongland, saman í innanhýsis toppdysti.
Bæði hava 10 stig(dystarstig: 2 stig fyri vunnan dyst, 1 stig fyri javnleik). Teimum næst eru Rumenia og Serbia við 9 stigum.
Úrslit í gjár:
Týskland - Rumenia 2 - 2
Holland - Ongland ½ - 3½
Serbia - Armenia 2 - 2
Pólland - Ungarn 2 - 2
Grikkaland - Aserbadsjan 2½ - 1½
Frakland - Slovenia 4 - 0
Norra - Sveis 3 - 1
Kroatia - Svøríki 3 - 1
Norðurmakedónia - Danmark 1½ - 2½
Spania - Ísland 3½ - ½
Skotland - Finnland 1 - 3
Støðan
Týskland 10
Ongland 10
Rumenia 9
Serbia 9
Frakland 8
19. Danmark 6
22. Svøríki 6
23. Norra 6
32. Ísland 4
35. Finnland 3
37. Føroyar 2
Dystirnir í dag byrja klokkan 14. Fylgjast kann við leik fyri leik á hvørjum borði. Heimasíða Talvsambandsins: faroechess.com hevur leinki til kappingina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo