FSF: Fótbóltssamband Føroya hevur fingið avtalu í lag við DBU, ið er danska fótbóltssambandið, at Danmark og Føroyar møtast í venjingardysti á Brøndby Stadion týsdagin 26. mars klokkan 19:15, sum er klokkan 20:15 danska tíð.
Talan er um seinna av tveimum venjingardystum, sum føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla í mars mánaða komandi ár.
Tíggju dystir eru annars á skránni hjá manslandsliðnum í 2024 – fýra venjingardystir, sum verða í mars og juni mánaða, og seks dystir í UEFA Nations League, sum verða í september, oktober og november.
Hvørji mótstøðulondini verða í UEFA Nations League kappingini, verður avgjørt við lutakasti hósdagin 8. februar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo