Moskva hevur lovað at hevna álopið hjá Ukraina í Russlandi, eftir at ein drona leygardagin rakti eina goymslu, sum skal hava goymt ammunisjón.
Tað skrivar CNN.
Dronuálopið sunnudagin fekk russiskar myndugleikar at seta undantaksstøðu í verk í Voronezh-landslutinum, skrivar TV 2.
Álopið fór fram nærhendis einum bústaðarøki í Podgorensky, upplýsti guvernørurin í Voronezh-landslutinum, Aleksandr Gusev, sunnudagin.
Ukrainskar keldur siga, sambært CNN, at talan var um eitt miðvíst álop á goymsluna, sum eftir øllum at døma varð brúkt til at veita ammunisjón til russisku herdeildirnar, sum stríðast í Ukraina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo