Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað er uppbyggiligt at møta menniskjum, ið eftir mótburð og trega fingu tað gott. At koma víðari í lívinum og ikki hanga fastur í tí, ið miseydnast, er eins og at vera føddur av nýggjum. Eitt lív, har tað gamla, kenda og afturvendandi fær nýtt innihald.

Tá ið sólin árla á morgni rísur úr havi, byrjar ein nýggjur dagur. Vit fáa møguleikan at gera tað góða og vera nakað fyri onkran.

Tá ið sólin seint á kvøldi setir í vestri, og roðin við sínum litríka fagurleika ger løtuna unniliga, er tað gott at vita, at morgindagurin kann verða góður. Farið er farið, og komandi morgun er ein nýggjur møguleiki.

Vit kunnu lýsa tað andaliga lívið við myndum frá náttúruni og gerandisdegnum. Vit kunnu móð og troytt tørna inn við setandi sól og vakna aftur við morgunroða í eystri og nýggjari orku.

At fara frá mótloysi til lívsmót. At fáa nýggja orku eftir máttloysi. At ganga úr myrkrinum inn í ljósið. Andaliga kunnu vit uppliva eina umvending, sum í tí jarðiska er ein uppreisn. Vit verða endurnýggjað í trúnni á Jesus Krist og fáa lut í uppreisn og kraft hansara.

Vit rísa upp úr sugguni og uppliva ljósið úr erva. Vit síggja Jesus sum ljós heimsins. Vit uppliva Guðs sáttargerð í Jesusi Kristi sum eina skapandi frelsu og bjarging. Vit byrja av nýggjum og liva eitt nýtt lív. Tað gamla er farið, og alt er vorðið nýtt!

Talan er um eina persónliga uppreisn í okkara innara menniskja. Tað hendir í hjartanum og setir dám á tey ytru viðurskiftini og gerandisdagin millum menniskju. Vit royna at bera okkum rætt at, so vit bera trúarinnar frukt sum eina fylgju av Guðs náði móti okkum.

Uppreisn Jesu Krist í hjørtum várum ger allar lutir nýggjar. Vit hugsa øðrvísi og virka á annan hátt. Sjónarringurin økist, og vit taka atlit at øðrum menniskjum. Tað sama sinnalagið, ið eyðkendi Jesu atferð, kann mynda okkum og lívsleið okkara.

Men uppreisn Jesu av deyða og grøv er meira enn tað, ið hendir innan í hjørtum manna. Jesu deyði og uppreisn hansara eru søguligar staðfestingar, sum eygnavitni í samtíðini staðfestu.

Tað er júst hetta tann evangeliski boðskapurin um páskirnar boðar, at Jesus livdi, doyði og varð lagdur í eina grøv. Eftir tveir dagar í grøvini, rísur hann triðja dagin upp av deyða.

Tann Jesus, ið varð dripin og lagdur til síðis, reis upp frá deyðum og vísti seg sjónliga fyri eini stórari fjøld av fólki.

Uppreisn Jesu er meira enn ein veruleiki innan í menniskjum. Boðskapurin á páskum boðar frá, at menniskjan í trúnni á Jesus skal rísa upp av deyða og grøv til ævigt at liva í Guðs ríki. Okkara natúrliga likam skal í uppreisnini verða umbroytt til eitt dýrdarfult likam.

Uppreisn Jesu av deyða er frumgróðurin til uppreisn teirra kristnu á evsta degi, tá ið Jesus kemur aftur á himmalsins skíggjum at føra síni heim í ríkið. Eins og Jesus reis av deyða og grøv, soleiðis skulu vit rísa upp evsta dag til tess altíð at vera saman við Harranum í ríki hansara.

Tann grikska hugsanin dvølur við sálina. Tann jødiska hugsanin dvølur við likam, sál og anda. Sálin er týðandi, men hon er einans ein partur av samleika teirra kristnu saman við likaminum og andanum.

Kristnin eigur páskadag at hyggja inneftir og samstundis úteftir, tí tað er í tí almenna rúminum í søguligari tíð, at Jesus doyði og reis upp av deyða.

Uppreisnin er sjónlig í 2023. Kristus livir í okkum og vit í honum. Vit ganga yvirum frá deyðanum til lívið, frá fáfongd til lívsjáttandi innihald, frá sjálvsøkni til at hugsa um medmenniskjað. Uppreisnin veitir okkum frið og gagnar menniskjum í umsorgan og góðum verkum.

Ápostulin minnir kirkjuliðið í Korint á tað sentrala í tí evangeliska boðskapinum. Uppreisn Jesu er altavgerandi fyri ta kristnu trúnna.

“Tí at eg læt tykkum fáa at vita fyrst og fremst tað, sum eg eisini havi tikið við, at Kristus doyði fyri syndir okkara samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð grivin, og at hann stóð upp triðja dagin samsvarandi við skriftirnar, og at hann varð sæddur av Kefasi, og síðan av teimum tólv; og aftan á tað varð hann sæddur av meira enn fimm hundrað brøðrum í senn ...”

Vit eru mong, sum kunnu vitna, at vit hava sæð Jesus í orðinum, baðnum, borðinum og í kirkjuliðinum. Vit eru í trúnni risin upp til ævigt at liva, tí Jesus er risin upp av deyða og grøv sum okkara loysnari og frelsari. Amen.

Orðið: “Men nú er Kristus risin upp frá deyðum sum frumgróðurin av teimum, sum sovnað eru burtur.” (Fyrra Korintbrævið 15,20).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo