Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fróðskaparsetrið: Lítla reyða bókin hjá Jákupi Reinert Hansen eitur Góður gamal kristindómur.

Talan er um eitt úrval av fyrilestrum, sum hann hevur hildið, eftir at hann kom í starv sum lektari ­í kirkjusøgu á Fróðskaparsetr­i Føroya.

Í mun til vísindaligar greinar hevur tann fólksligi fyrilest­urin bæði fyrimunir og vansar. Fyrilesturin hevur t.d. ikki tilvísingar uttan tær, sum so hissini koma fyri í sjálvari framførsluni, og fáur fregnast eftir keldunum, tá ið liðugt er.

Í fyrilestrinum kann vera ­neyðugt at seta evnið inn í størri høpi, enn greinin loyvir, fyri at áhoyrarin skal kenna seg ­heima og fáa fulla úrtøku burtur úr søguni, sum søgd verður. Hinvegin ger tann, ið ­heldur fyrilestur, sjálvur av, hvat verður tikið við, og hvussu tað verður orðað.

- Eg havi valt at kalla bókina Góður gamal kristindómur. Gamlar keldur - ofta handskrivaðar - úr ymiskum skjalasøvnum eru tiknar fram í dagsins ljós og ssamanbornar við tað, nýggjari gransking veit at siga, skrivar Jákup Reinert Hansen í fororðunum og leggur aftrat:

- Tað hevur verið ein stuttleiki viðhvørt at sleppa út um Setursins múrar at greiða frá ymiskum evnum, sum øll kunnu koma fyri hjá tí, ið tekst við kirkjusøgu. Okkurt teirra hevur kanska meira altjóða- enn føroyskan dám. Okkurt er kanska meira mentanarligt enn kirkjuligt. Ein einstøk prædika hevur sníkt seg uppímillum.

- Eins og eg sjálvur minnist aftur á góðar løtur kring landið, vóni eg, at áhoyrarar og lessarar hava fingið ella fara at fáa okkurt gott burturúr.

Morgunlestrar hjá Tórgarð
Jákup Reinert Hansen hevur eisini saman við Janusi Mohr lagt eina aðra bókaútgávu til rættis, og sum Sprotin eisini hevur givið út.

Hetta er verk við morgunlestrum, sum Axel Tórgarð gjørdi til Útvarp Føroya á sinni.

##med2##

Axel var prestlærdur, og hann bleiv fyrsti stjóri, tá Útvarp Føroya varð sett á stovn í 1957. Hann "uppfann" morgunlestrarnar við grundarlagið í føroyskari, kristiligari siðvenju, og nú er hendan stóra bókin útkomin og leggur seg aftrat mongu verkunum, sum Axel Tórgarð annars sjálvur læt úr hondum.

Í 1993 skrivaði Axel Tórgarð allar morgunlestrarnar sjálvur. Hann skipaði teir sum eina fullfíggjaða gjøgnumgongd av øllum Gamla Testamenti. Eftir einum ári hevði hann tikið fram orð úr hvørjari bók í Gamla Testamenti. Hann greiddi frá teimum einstøku verkunum, høvundi, tíð, innihaldi og endamáli. Heildarfatan hansara var, at skal Gamla Testamenti tala til okkara, sum kristin eru, noyðast vit at lesa tað í ljósinum av evangeliinum í Nýggja Testamenti. Hesa fatan hevði hann frá Dag Monrad Møller, konfirmatiónspresti sínum, sum hevði lært tey ungu tey kendu orðini hjá kirkjufaðirinum Augustin: „Tað nýggja liggur fjalt í tí gamla, tað gamla letist upp í tí nýggja.“

Handritini til hesar morgunlestrar eru øll varðveitt og liggja goymd á Landsbókasavninum. Sprotin skrivar á heimasíðu sínari í sambandi við útgávuna, at hildið varð, at hetta var eitt so sjáldsamt og heilskapað verk, at tað var vert at geva út.

Morgunlestur verður ikki lisin sunnu- og halgidagar. Tí hava ritstjórarnir loyvt sær at seta teir tekstir úr Gamla Testamenti, sum sambært tí nýggju Altarbókini eru ætlaðir at lesa til gudstænastuna, inn hesar dagar saman við kollektunum í týðing eftir Dahl, próst.

Lesið meira her og her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo