Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað var á Norðoyastevnu í áttatiárunum, at spurningurin varð settur. Ein maður kendist burturúr í mannamúgvuni. Vit høvdu verið til skips saman í eina tíð og kendust. Hann ynskti ikki at koma á tal við okkum, nú undirritaði varð vorðin prestur. Hann fann ein skákveg, so vit ikki skuldu hittast.

Vit skákaðu av, og so møttust vit andlit til andlits. Tann fyrsta løtan tóktist stirvin, og so lætnaði. “Tordi ikki at møta tær, nú tú ert vorðin heilagur, gudiligur og fínur. Alt var øðrvísi áður, tá ið vit vóru umborð á Strandingi.”

Mær dámdi ikki útsøgnina, ið framvegis darvar, hóast talan er um 2020. Setningurin rakti eitt eymt øki innan í mær. Neyðugt var við sjálvrannsakan. Er tað veruliga svá, at fólk meta okkum, ið prædika, at vera so heilag, at tey ikki tora at nærkast okkum?

Havi alt frá barnaárum átt trúnna á Jesus Krist sum Harra og frelsara. Tað var játtað og staðfest við fermingina í Glyvra kirkju í apríl 1971. Vit vórðu lærd um halgubók og styrkt í trúnni. Lesturin var ein íløga í framtíðina og samleikan sum kristin.

Hóast trúnna á Jesus sum frelsara eru sporini ikki altíð gingin á røttum gøtum ella støðum. Lívið hevur verið spennandi og dragandi. Tó, tað eydnaðist við hjálp frá Guði og góðum fólki at verða varðveittur í trúnni.

Var undirritaði nú vorðin so heilagur? So gudrøkin, at ein gamal vinmaður ikki kundi møta familjuni, sum búði í prestagarðinum í Ónagerði?

Tað gudiliga var eitt, verri var við tí fína. Nei, stílurin er sjáldan bærligur og háborin. Havi fingið at vita, at tað hóvaði biskupi at vera tignarligari klæddur. Topphúgvan átti at verðið útskift við aðra húgvu.

Tó, so verður ikki, tí svá hevur verið alt frá barnsbeini. Vit mega vera tey, ið vit eru, og varðveita samleikan, hóast vit koma í almenn ella kirkjulig embæti. Men, tignarlig í tænastu rundan um halgidómin er hóskiligt. Ikki vegna okkum sjálvs, men vegna hann, ið vit tæna.

Petur Petersen var ein vinsælur og eyðmjúkur prestur. Hann røkti kallið í Sjóvar prestagjaldi frá 1980-1992. Hann tók mangan til orðanna, at Guð lýtir ikki at ytri viðurskiftum sum t.d. klæðunum. Guð hyggur at hjartanum og gevur tí innara menniskjanum gætur.

Hetta var ein góð barlast at fáa frá einum royndum presti ávegis til sama kall og gerning. Ikki tey ytru viðurskiftini, men tað innara menniskjað er avgerandi.

Tað ytra kann vera eitt avbera vakurt hylki, men tað, ið er innaní, samsvarar ikki altíð. Jú, tað kann eyðvitað vera vakurt uttaná og innaní samstundis. Einoygdar niðurstøður gagna valla.

Hon var sum ung funnin og vunnin fyri Kristus. Hon giftist, fekk børn, hús og heim. Sum trúgvandi var tað henni dupult sorg, tá ið hjúnalagið varð sundurlisið. Tað gekk ikki millum mann og konu, og ófriðurin í tí heimliga órógvaði børnini.

Ár seinni ringdi telefonin. Ein lágmælt kvinnurødd hoyrdist. Umber at eg órógvi, men ætlaði at biðja um eina samtalu. Eg eri fráskild, havi funnið ein nýggjan mann og eri forelskað. Letur tað seg gera, og er tað rætt?

Fekk seinni at vita, at hon ikki tordi at ringja til biskup og spyrja um útlitini fyri eini vígslu. Hann var vorðin gudiligur. Orðini stungu í hjartað. Tey somu orðini, ið á sinni vórðu søgd á Norðoyastevnu.

Nú vóru árini búgvin og mælt varð ímóti. Nei, ikki undirritaði, men Guð, ið vit ynskja at tæna, er heilagur.

Roynt verður at liva eitt heilagt lív, men fá framstig eru at hóma. Hvørja ferð eitt framstig er í ljósmála hómast eitt afturstig.

Vit bæði konan vórðu vígd í Skála kirkju á sumri í 1980. Vit høvdu ikki verið gift, men vit livdu sum gift.

Óivað sá samtíðin tvørrandi reinleika.

Frá moralskum sjónarhorni verður spurt: Hvør var munurin á umstøðunum hjá umtalaðu kvinnuni og støðu okkara sæð frá Guðs sjónarhorni? Guð, ið sær hjartað.

Vígdi kvinnuna og mannin hjún at vera. Gleðin um hjúnalagið var stór. Enn størri var gleðin, tí Guð í einborna syni sínum opinberaði seg sum ein frelsara, sum í tímiligari tíð fullkomiliga megnar at frelsa. Í tímiligari tíð er her og nú. Tað er mikið stórbært!

Ta løtuna tykti mær, at tað ytra samsvaraði við tað innara. Í eyðmýkt vóru tey komin til vígslu sannførd um, at einans Guð kann fyrigeva, reinsa og halga hjørtuni.

Vónin er, at prædikan um Jesu reinleika og náði dregur menniskju til Guðs og frelsu hansara. Tað er tann einasti vegurin til varandi gleði, frið og eydnu. Amen.

Orðið: “Latum okkum tí við frímóði ganga fram at hásæti náðinnar, fyri at vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálpar í tímiligari tíð.” & “Tí kann hann eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til Guðs.” (Hebrearabrævið 4,16 & 7,25).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo