Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú tíðin gongur undan, og árið er farið at halla, tykjast flestu politisku flokkar og partar av landsstýrinum at taka undir við at leingja fiskiveiðusáttmálan við Russland.

Tó hevur løgmaður og hansara flokkur eina aðra fatan av støðuni. Ikki tí, Løgmaður og Javnaðarflokkurin hava síni moralsku prinsipp, sum røkka longri enn at steðga útláti og spara olju, nevnliga at vit vilja ikki samstarva við Russland, so leingi teir fremja krígsbrotsverk í Ukraina.

Eg síggi sum flestu føroyingar ‘reytt’, tá tað ræður um Putin. Men Føroyar skulu yvirliva av fiskivinnu, so tað mátti verið moralskt í lagi at gera júst sum Noreg í samstarvinum um fiskivinnu í Barentshavinum.

Ber nakað land í heiminum orð fyri at hava høgan moral, er tað norðmenn.

Hans Kongelige Højhed í Kina
Meðan løgmaður dansar limbo við lagnuni hjá Føroya fólki, so hevur hann sent H.K.H [Høgna Karsten Hoydal] tjóveldismanna og hansara kammeratar á kunningarferð til kuldan í kommunistiska Kina fyri at knýtta tættari handilssambond við Kina.

Tað undrar uttan iva mong, at summi av moralskum og etiskum orsøkum vilja venda russum bakið, men samstundis hjúkla um kinverjar. Kina er, umframt heimsins næststørsti marknaður, eisini heimsins størsti útleiðari av CO2 o.ø. dálkandi evnum frá alskins framleiðslu við koli,  m.a. av battaríum til samvitskulættandi grønar el-bilar hjá vesturlendingum og føroyingum við.

Kina alt annað enn moralsk fyrimynd
Hóast Kina ikki fremur krígsbrotsverk í Hamas-klassa júst nú, so er alt arsenalið hjá Kina í løtuni vent móti Taiwan. Men kommunistiska Kina hevur framt brotverk móti mannaættini frá vøgguni, enntá áðrenn 1949, tá teir tóku alt vald í Kina.

Kommunistiska stjórnin drap uppá bert 4 ár [1958-1961] 45 mió av sínum egnu, menn, kvinnur og børn, tá ið Mao ognartók alla jørð og royndi at gera ídnaðarkollvelting í einum bragdi. Seinni, í 1960-árunum kostaði mentunnarkollveltingin 10 mió mannalív afturat. 

Hóast Mao er farin um sýn, so er politikkurin og herferðin enn tey somu. Kristin hava verið og verða framvegis forfylgd og myrd fyri sína trúgv. Muslimskir Uighurar verða sendir í ‘umskúlingar-‘ og ‘starvslegur’, sum kinesiska stjórnin kallar tað. Har verða teir m.a. týndir og seriliseraðir smb. ST keldum.

Xi-Jinping noktar, eins og aðrir einaræðisharrar, at samstarva við andstøðuna. Í Kina  verða politiskir andstøðingar fongslaðir, doyvdir, síðani kruvdir, og gøgn teirra verða seld sum eykalutir til kommunistiku elituna og ríkar útlendingar. [Sí dokumentarfilmar sum ‘Human Harvest’ og ‘Bleeding Edge’].

Samanumtikið tykiskt hetta at vera ein tungur moralskur umvegur fyri at knýta handilssambond. Sum at fara um ánna eftir vatni.

Moralski veðurhanin hjá SU
Um Javnaðarflokkurin leggur sína politisku kós eftir eini moralskari kumpas ella eftir einum moralskum veðurhana, skal verða ósvarað hesaferð. Men unga ættarliðið av sosialistum hava m.a. víst sína samkenslu við Hamas.

Lærusveinarnir hjá Løgmanni í SU ákæra Ísrael fyri einsamalt at vera orsøkin til allar ræðuleikarnar, ið Hamas hevur gjørt. Men hesum vilja sjálvt ikki teir víðgongdu sosialistarnir í Tjóðveldi taka undir við, hvørki Hamas, Hezbollah og Iran.

At taka undir við ‘moralinum’ hjá muslimskum drápsmonnum er tað sama sum ongan moral at hava.

Hvat gera løgmaður og H.K.H, tá ið kommunistkina herjar á demokratiska Taiwan við 23 mió. íbúgvum?

Vinna palestinar í Miðeystri, við stuðli úr Russlandi, Iran og Kina, ímóti Ísrael, so verður Taiwan næsta krígsoffur hjá Xi. Teir hava longu hertikið Hong Kong við 8 mió íbúgvum.

Hvar moralurin hjá Javnaðarflokkinum liggur, kann Veðurstova Føroya kanska spáa um, tí hann er júst sum vindurin blæsur.

Grímur Sundstein, varatingmaður fyri Fókaflokkin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo