Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik: Kredittmetingarfyritøkan Moody’s hevur í dag dagført sína kredittmeting av BankNordik. Tá ið Moodys ger eina meting verða ymisk øki í fyritøkuni mett, og í nýggjastu metingini varðveitir BankNordik eina góða meting á øllum økjum og fær harumframt eina enn betri meting á innlánsøkinum – í 2022 var metingin A2, og nú er metingin A1.

Ítøkiliga merkir góða metingin, at BankNordik er ein haldgóður og tryggur peningastovnur við lágum váða og góðum útlitum. Tú kanst lesa meira um metingina í skrivi frá Moody’s her

Moody’s ger regluligar metingar
Á vári í fjør byrjaði Moody’s aftur at gera regluligar kredittmetingar av BankNordik. Metinginarnar verða gjørdar áleið eina ferð um árið.

Nógvir stórir íleggjarar, t.d. pensjónsfeløg, gera bert íløgur í fyritøkur, ið hava eina kredittmeting, og tí kann metingin frá Moody’s vera við til at draga fleiri íleggjarar at BankNordik. Harumframt gevur kredittmetingin BankNordik møguleika fyri at fáa betri treytir, tá ið bankin skal taka lán ella útgeva lánsbrøv.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo