Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Rúni Rasmussen, formaður í StÍF, og Momoko Debes, málverji

Rúni Rasmussen, formaður í StÍF, og Momoko Debes, málverji

Rúni Rasmussen, formaður í StÍF, og Momoko Debes, málverji

StÍF: Momoko Debes er komin aftur at verja málið hjá besta StÍF-kvinnuliðnum. Momoko og StÍF hava gjørt avtalu um, at hon komandi kappingarár verjir málið hjá besta kvinnuliðnum eftir barnsburðarskeið. Hon hevur longu vant við liðnum í eina tíð.

Momoko Debes (fyrr Nakamura) er 28 ára gomul, ættað úr Japan. Í fjør giftist hon við Jógvan Eli Debes og fingu tey ein son í fjør. 

Momoko er ein sera góður málmaður, og megnar hon til tíðir at nærum steingja málið. Hon stóð sín fyrsta dyst fyri StÍF í desember í 2020. Hon hevði ein týðandi leiklut í søguliga FM-heitinum, sum liðið vann í apríl 2021.

Áðrenn Momoko kom til Føroya, leikti hon hondbólt í bestu deild í Japan í trý ár.

“Eg eri sera spent at spæla aftur við StÍF. Í komandi kappingarári er nýggjur høvuðusvenjari (Dan M. Jürgensen) og broytingar eru á liðnum, so hetta er ein nýggj byrjan, men mær dámar væl nógvar avbjóðingar” sigur Momoko.

Í StÍF eru vit sera fegin um, at Momoko er komin aftur til StÍF, og fer nýggi høvuðsvenjarin m.a. at arbeiða fyri góðum samanspæli millum málverjustílin hjá Momoko og verjuleikarapartin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo