Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Bournemouth-Liverpool 0-3 (0-2)
0-1: Alex Oxlade-Chamberlain, 35
0-2: Naby Keïta, 44
0-3: Mohamed Salah, 54'

Bournmouth er hart rakt av skaðum fyri tíðina, og gjørdist støðan ikki lættari hjá teimum reyðu og svørtu, tá verjuleikarin Nathan Aké noyddist av vøllinum við einum skaða í 35. minutti.

Hann var ikki meira enn farin av vøllinum, so gjørdi Jordan Henderson, sum hann gjørdi fleiri ferðir ímóti Everton mikukvøldið, og legði eina framúr sending aftur um Bournemouth verjuna til Alex Oxlade-Chamberlain, sum takkaði fyri og setti bóltin í netið til 0-1.

Síðan spældu Salah og Keïta serstakliga væl saman í tveimum umførum, og einsamallir við Bournemouth málverjanum vóru teir ísakaldir.

Harvið var dysturin avgjørdur, og hava Liverpool nú skotið átta mál í tveimum dystum.

Liverpool er oddalið í Premier League við heili 46 stigum av 48 møguligum.

Nummar tvey er Leicester City við 35 stigum. Leicester spæla í morgin á útivølli ímóti Aston Villa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo