Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

U21-hópurin kom til Jerevan mánakvøldið, og hava síðani fyrireikað seg til dystin móti Hvítarusslandi, sum verður spældur í Armavir - Mynd: Andrass Thomsen

U21-hópurin kom til Jerevan mánakvøldið, og hava síðani fyrireikað seg til dystin móti Hvítarusslandi, sum verður spældur í Armavir - Mynd: Andrass Thomsen

U21-hópurin kom til Jerevan mánakvøldið, og hava síðani fyrireikað seg til dystin móti Hvítarusslandi, sum verður spældur í Armavir - Mynd: Andrass Thomsen

FSF: – Hvítarussland er eitt gott lið, sum ikki hevur fingið tey úrslit, ið teir hava ætlað sær, og kanska hava havt uppiborið. Teir kunnu spæla skjótt og smátt, men eisini langt og beinleiðis, og tí verður dysturin avbjóðandi fyri okkara verjuspæl.

– Hinvegin, so hava teir eisini avbjóðingar og veikleikar í pørtum av spælinum, og tí skulu vit gera okkum dælt av. Men vit vita, at tað skal altíð eitt gott avrik til fyri at fáa góð úrslit, og vit mugu tí stríðast alt, vit eru mentir, fyri at fáa tað góða úrslitið.

Tað sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá U21-landsliðnum, sum seinnapartin í dag skal á vøllin aftur at spæla EM-undankappingardyst. Hesaferð er føroyski hópurin staddur í Armenia, har útidysturin móti Hvítarusslandi skal spælast.

Armenia liggur nakað sunnanfyri Hvítarussland; millum Georgia, Aserbadjan, Turkaland og Iran. At UEFA hevur flutt dystin á uttanveltaðan vøll, er orsakað av krígnum í Ukraina.

Men tað er kortini ikki nakað, ið órógvar fyrireikingarnar hjá Eyðuni Klakstein og hansara monnum, sum byrjaðu longu leiðina til Armenia tíðliga mánamorgunin.

– Ferðingin gekk væl, og umstøðurnar í Jerevan, her vit hava vant, hava verið góðar. Venjingarvøllurin hevur verið eitt sindur ivasamur, men tað skal allíkavæl ikki vera nøkur umbering fyri nakað sum helst. Tað hevur gingið væl undir venjingunum, so vit eru væl fyrireikaðir, sigur Eyðun Klakstein við heimasíðuna hjá FSF.

U21 EM-undankappingardysturin millum Hvítarussland og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 14:30, og sæst beinleiðis í Televarpinum.

Undan dystinum hava Andorra og Hvítarussland 3 stig fyri tríggjar javnleikir, Føroyar og Grikkaland hava 1 stig í part, meðan Kroatia og Portugal enn ongan dyst hava spælt.

Týsdagin 12. setember klokkan 18:00 spæla Føroyar og Kroatia á Djúpumýru í Klaksvík. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo