![Albania Foroyar 0 0 20 11 2023 2000 11 1600x900](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/0/d/csm_Albania-Foroyar_0-0_20-11-2023_2000-11-1600x900_f40e9e76a3.jpg)
Leygardagin 8. juni spæla Estland og Føroyar, og tríggjar dagar seinni verður annaðhvørt Lettland ella Litava føroyska mótstøðuliðið - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Talan verður um eina 4-landakapping millum Føroyar, Estland, Lettland og Litava. Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani verða finalan og dysturin um 3. plássið á skránni.
Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 8. juni. Estland tekur ímóti Føroyum í Estlandi, og í Lettlandi spæla Lettland og Litava.
Finalan og dysturin um 3. plássið verða spæld týsdagin 11. juni.
Føroyska A-landsliðið við monnum hevur sjey ferðir áður spælt móti Estlandi, fimm ferðir móti Lettlandi, og 11 ferðir hava vit møtt Litava.
Fleiri hagtøl síggjast H E R.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo