Løgmálaráðið kannar eitt mál um, at alt møguliga ikki fór rætt fram á kommunuvalinum í Skúvoyar kommunu.
Nella Festirstein, aðalstjóri, váttar, at ein borgari hevur vent sær til Løgmálaráðið við fráboðan um, at viðkomandi ikki heldur, at alt fór rætt fram á valinum.
- Rætta mannagongdin er, at slíkt skal fráboðast kommunustýrinum fyrst, tað fara vit at vegleiða viðkomandi um, sigur Nella Festirstein.
Hon sigur, at enn er ov tíðliga at siga, hvat víðari hendir.
VP frættir, at kæran millum annað snýr seg um, at vaktur var ikki á valstaðnum alla tíðina ímeðan valið var.
34 fólk høvdu valrætt í Skúvoyar kommunu, 30 teirra greiddu atkvøðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo