Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Úrslit Miðfloksins á teimum býráðsvalum, vit hava stillað upp til í Havn, hava ligið úr 234 atkvøðum til 515. Síðani 2012 hevur flokkurin tó ikki stillað upp.

Serliga unga ættarliðið hevur áræði at royna aftur, tey meta so skilagott, at Miðfloksrøddin má hoyrast á øllum pallum! Og í Klaksvík hava vit ”einmansherin”, Petur Asano, sum vónandi ríkiliga verður løntur fyri sítt dirvi!

Á seinasta býráðsvalinum í Havn kostaði evsti sessurin 852 atkvøður. Roknað verður við, at kostnaðurin fyri sessin hesuferð fer at táttað í 900 atkvøður.

Á seinasta løgtingsval var atkvøðtal Miðfloksins í Havnini 661, tvs. at vit mugu fáa góðar 200 atkvøður fleiri fyri at kunna tryggja sessin. Í hesum tíðum, har tríggir av teimum flokkum, sum bjóða seg fram trilva í blindum og eru í stórum innanhýsis stríðum, burdi verði rætta løtan at leita til annan flokk.

Umleið 100 atkvøður afturat teimum 246, flokkurin fekk í Klaksvík til løgtingsvalið, hevði somuleiðis rokkið til ein sess har.

Miðflokkurin, eitt upplagt alternativ!
Miðflokkurin burdi verið eitt upplagt val, ein flokkur, hvørs politikkur er klettafastur, ein flokkur sum tú altíð kann líta á, ein flokkur, sum ikki svíkur síni lyfti og hvørs hjartað brennur fyri trygd og trivnaði hins einstaka.

Vit takka enn einaferð fyri góðu undirtøkuna á seinasta løgtingsvalinum, og heita á hvønn ein tykkara, í Klaksvík og í Havn, um at taka lógvatak saman við okkum og tryggja Miðflokkinum fyrstu umboð floksins á Býráðsvalinum 2024!

Vegna nýggju spent, djørv og álítandi valevni,

Jenis av Rana,
floksformaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo