Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

”Í Føroyum tosa vit føroyskt. Men tað er ikki ein fjarur tanki at hugsa sær, at vit tosaðu danskt. Tí danskt var einaferð við at troka føroyskt burtur. Í Hetlandi megnaðu tey ikki at standa ímóti trýstinum frá enskum, og norn - teirra móðurmál - doyði út. Nú er danskt ikki avbjóðingin hjá okkum longur, men enskt. Vit mugu ikki enda í somu støðu sum hetlendingar.”

Orðini koma frá Føroyamáli, Málráðnum, Námi, Bókadeildini, Føroyar lesa og Vencili, sum eru í holt við at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til stóra móðurmálsdagin, sum verður 25. mars 2024.

Móðurmálsdagurin verður í ár hildin í nýggja og stórfingna mentanarhúsinum í Klaksvík, Varpinum. Nýggj stavsetingarorðabók verður løgd fram á tiltakinum, sum er í tveimum pørtum, men við fjølbroyttari skrá, eitt nú framløgum, hugleiðingum, skemtiligum innsløgum og góðum føroyskum tónleiki. Teknmálstulkur er eisini við á degnum.

Stuttfluttur matur og drekka frá Føroya Bjór.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Føroyamál, Málráðið, Nám, Bókadeildin, Vencil og FøroyarLesa

Skrá sæst her: https://fb.me/e/4gnJYL5FZ

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo