Bridgesambandið: Carl Mikkelsen og sonurin Arne Mikkelsen vunnu báðir mánadagin hvør sín landsdyst í EM í bridge í Herning. Carl á veteranlandsliðnum og Arne á besta landsliðnum. Mamman, Arnleyg, vann sunnudagin landsdyst á kvinnulandsliðnum.
Tey trý bridgelandsliðini eru við til EM-kapping í Herning.
Carl Mikkelsen úr Hoyvík lærdi bridge í 1973, júst heimkomin úr Danmark og hevur síðani verið virkin bridgespælari og er nú á veteranlandsliðnum. Arnleyg og sonurin Arne lærdu bridge siðst í 80-unum. Arnleyg er á kvinnulandsliðnum og Arne á opnum liði, sum er besta landsliðið.
Carl hevði Arna við sær í Bridgehúsið, tá Arne var 14 ára gamal.
Og væl hevur hilnast. Arne Mikkelsen er ein av stinnastu bridgespælarum í landinum og hevur vunnið eitt ótal av FM-heitum.
Sunnudagin var hann á besta liðnum, sum vann 20-0 á Grikkalandi, sum er størsti sigur í til ber at vinna og er samstundis fyrstu ferð Føroyar hava vunnið so nógv í einum bridgelandsdysti.
EM-kappingin er komin í helvt og endar hósdagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo