Í mars er tað 69-ára gamli Eyðálvur Niclasen, sum sýnir modelskip fram í Betri í Miðvági.
Eyðálvur hevur siglt frá 1965 fram til í fjør, tá ið hann valdi at gevast at sigla. Á sjónum hevur Eyðálvur fingið íblástur at gera modelskip. Tað fyrsta gjørdi hann í 1976 og ger hann framvegis modelskip.
Eyðálvur sýnir fýra modelskip fram hesuferð, og eru tey gjørd millum 1976 og 1992.
Tað ber til at koma inná deildini hjá Betri at hyggja eftir modelskipunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo