Tórshavnar kommuna: Stóra modellið av Tinganesi, Reyni og øðrum pørtum av gomlu Havnini, sum Birgar Johannesen bygdi, verður sýnt fram í Snarskivuni nú á ólavsøku og eina tíð frameftir.
Tórshavnar kommuna eigur modellið, sum nú aftur kemur til heiður og æru. Í løtuni verður arbeitt við at seta tað upp í Snarskivuni. Har verður tað sýnt fram á ólavsøku, báðar dagarnar millum kl. 15 og 18.
Eftir ólavsøku verður modellið standandi eina tíð frameftir og kann sostatt síggjast, tá opið er í Snarskivuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo