Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

(mynd: MBM)

(mynd: MBM)

(mynd: MBM)

Um mánaðarskiftið hækka flest allar vørur hjá Meginfelag Búnaðarmanna.

Tað hevur MBM boðað sínum kundum frá. 

Mjólkin hækkar við 16 oyrum +mvg. Tá kostar til dømis ein litur av Bóndamjólk kr 14,39 við mvg men uttan møguligan avsláttur, sum handlarnir fáa.

- Okkara útreiðslur hækka, tí hækka okkara prísir eisini, sigur Hákun Steingrímsson, stjóri í MBM, við VP.

Hann minnir eisini á, at prísurin á mjólk ikki er hækkaður í tvey ár.

- Síðani tá eru útreiðslur til bæði rentur, lønir og annað farnar upp, so tí gera vit hetta nú, sigur. 

- Men hava tit ikki eitt slag av monopoli sum einasta majarí í Føroyum? Og áttu tit tí ikki at ansa eftir við príshækkingum?

- Tað er ikki rætt. Flestu vørurnar hjá okkum eru í kapping við innfluttar vørur, sum ofta hava fyrimunir í framleiðsluni sum vit ikki hava, sigur Hákun Steingrímsson.

Í yvirlitinum hjá Vinnuvitan.biz sæst, at marginalarnir hjá MBM eru smáir. Til dømis lá bert hálvt prosent ella stívliga ein millión krónur eftir til eigararnar av eini nettosølu uppá 171 mió kr í 2021. Í fjør var yvirskotið 288 tkr.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo