Føroya Tele-deildin, menn:
Fyrra hálvfinalan: Mjølnir - SÍ (25-21, 25-13, 25-23)
Líkt var til, at fyrra FM-finalan millum Mjølnir og SÍ fór at gerast rættiliga spennandi, tí púra javnt var í fyrsta setti - t.v.s. til 20-20, men so vann Mjølnir fýra stig á rað og settið 25-21, og eftir hetta sást hvønn veg tað bar, tí í øðrum setti var SÍ púra fyri ongum, og Mjølnir vann lættliga 25-13.
Nakað av spenningi kom í aftur í triðja setti, tá SÍ var á odda 11-9, men løtan var stokkut, tí seks bóltar seinni var Mjølnir frammanfyri 15-11. SÍ gjørdi ein vørr og javnaði til 19-19, 20-20 og 22-22, men kom ongantíð framum, og so var tað ístaðin Mjølnir sum vann 25-23.
Seinna finalan verður spæld leygardagin kl. 18 í Høllini á Hálsi. Vinnur Mjølnir - sama hvat settmunurin er - so er føroyameistaraheitið teirra. Vinnur SÍ - sama hvat settmunurin er - so verður føroyameistaraheitið avgjørt í gullsetti, sum gongur upp í 15.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo