Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Aftur í ár er Mjølnir við í CEV-Challenge cup. Hesuferð skal Mjølnir leika ímóti einum liðið úr Ukraina í oktobur.

Í oktobur í 2023, luttók Mjølnir í hesi kapping fyri fyrstu ferð. Fyrsti dysturin var í Badmintonhøllini í Klaksvík og í fyrsta settinum tók Mjølnir øll á bóli og hólvaði hálendska mótstøðuliðið av. Dysturin endaði tó 3-1 til hálendska liðið, sum fótaði sær aftur.

Mjølnir skal í ár leika ímóti VC Reshetylivka úr Ukraina. Fyrsti dysturin hjá Mjølnir verður á útivølli í døgunum 8. - 10 oktobur. Returdysturin verður so 15. - 17. oktober í Badmintonhøllini í Klaksvík. Endaliga dagfestingin verður ásett seinni í vikuni. Staðfest verður eisini seinni, hvar útidysturin hjá Mjølnir skal leikast, tí hann verður ikki leiktur í Ukraina.

Føroysk lið hava møguleika fyri at luttaka í CEV-Champions League og í CEV-Challenge Cup. Mett verður, at mótstøðan enn er ov sterk við luttøku í Champions League, og tí hava liðini gjørt av at luttaka í Challenge Cup.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo