Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í útvarpstíðindunum á middegi í gjár bórust tíðindini um, at: “nú skal bera til at ganga á heilsuskúlanum í Suðuroy, samstundis sum ein fær løn”. Sum forkvinna í Heilsurøktarafelagnum frøddist eg eina løtu um hetta, sum eg helt vera góð tíðindi, eisini fyri mínar limir, tí heilsurøktaraútbúgvingin er ein av útbúgvingunum á skúlanum. Men frøin var stutt, tí tað gjørdist skjótt greitt, at tað bert vara talan um næmingar á einari av teimum trimum útbúgvingunum á Heilsuskúlanum og ikki um øll, sum taka eina útbúgving á heilsuskúlanum, sum yvirskriftin: “Nú fara lesandi á heilsuskúlanum í Suðuroy at fáa løn undir útbúgving” og tíðindastubbin sum heild bera boð um.

Ikki tí; eg unni væl teimum, sum taka útbúgving sum heilsuhjálpari at fáa løn undir útbúgvingini, men tað gevur onga meining, at slík átøk fyri at fáa fólk at fara til suðuroyar at taka eina heilsuútbúgving ikki vera gjørd fyri báðar heilsuútbúgvingarnar. Alla aðrastaðni í skipanini ganga hesar útbúgvingarnar hond í hond. Sjálvt útbúgvingarráðið fyri heilsuútbúgvingarnar, sum navnið á ráðnum sigur, er eitt útbúgvingarráð fyri báðar heilsuútbúgvingarnar. At tað so verður skrivað í samgonguskjalið hjá sitandi landsstýri, at “arbeitt verður fram ímóti at tryggja heilsuhjálparum løn undir útbúgving”, er púra burturvið. Skal orðingin takast bókstaviliga, so merkir hetta í veruleikanum, at tað eru lesandi á heilsurøktaraútbúgvingini, sum skulu hava løn undir útbúgving, tí eitt krav til at taka útbúgving sum heilsurøktari, er, at tú frammanundan hevur útbúgving sum heilsuhjálpari. Men tað er kortini lítið at ivast í, at meiningin við tekstinum í samgonguskjalinum er, at tað eru heilsuhjálparanæmingar, sum skulu hava løn undir útbúgving og ikki heilsurøktaranæmingar.

Føroysku heilsuútbúgvingarnar, heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingin, eru mestsum beinleiðis kopi av donsku sosuhjælper og – assistentútbúgvingunum. Men í Danmark verður løn latin lesandi á báðum hesum útbúgvingunum, sum tað nú er ætlanin at lata, bara tí einu av heilsuútbúgvingunum í Føroyum. Og  tað er ikki uttan orsøk, at tey fáa løn undir útbúgving í Danmark. Tað fáa tey, tí at har eru tey lesandi partur av starvsfólkahópinum, av normeringini, í tí partinum av útbúgvingunum, sum er starvsvenjing. Tey eru, mótsatt teimum, sum taka útbúgvingarnar í Føroyum, til arbeiðis meðan tey eru í starvsvenjing. Tey hava eina arbeiðsabyrgd í sínum starvsvenjingartíðarskeiðum, og tað hava tey, sum taka føroysku heilsutugvingarnar ikki. Okkara lesandi kunnu hugsavna seg um at læra, meðan tey eru í starvsvenjing, tí tey eru ikki ein partur av starvsfólkahópinum og hava ikki ábyrgd av, at brúkarin fær tær tænsturnar hon ella hann hevur brúk fyri, tí tað hava tey føstu starvsfólkini av, meðan nlmingurin hevur ábyrgdina av at fáa mest møguliga læruúrtøku burtur úr sínum starvsvenjingartíðarskeiðum. Tí fáa heilsuhjálpara- og heilsurøktaralesandi á Heilsuskúla Føroya ikki løn, men studning undir útbúgving, eins og øll onnur lesandi í Føroyum.

Tað tykist ikki at vera nakað krav til “løn undir útbúgving” um, at heilsuhjálparanæmingar í starvsvenjing skulu vera partur av normeringini, men tað má í hvussu er staðfestast, at tíðindini í gjár vóru heldur misvísandi, tí øll lesandi á heilsuskúlanum í Suðuroy fáa so ikki gleði av átakinum hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðharranum.

Bingerð H. Fosságil,
forkvinna,
Heilsurøktarafelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo