Tá politiið í gjár var úti við ferðmátaranum endaði tað við tí tey kalla treytaleys frádøming á staðnum.
Ein bilførari koyrdi 160 km/t í Kollfjarðardali, og tað er so mikið grovt brot á ferðslulógina at koyrikortið verður tikið alt fyri eitt og tá er regulin at viðkomandi noyðist at biðja onkran koma eftir sær fyri at koma heim, tí hann ella hon sleppur ikki at koyra bil meir.
Vakthavandi sigur tó, at viðhvørt verður loyvt viðkomandi at koyra heim av praktiskum ávum, so bilurin ikki stendur á einum óhepnum stað.
Harumframt skal viðkomandi eisini vænta sær eina bót.
Fleiri aðrir bilførarar vórðu eisini skrivaði fyri ov høga ferð ymsastaðni í landinum, men tó ikki so nógv, at revsingin var størri enn bót og møguliga eisini klipp í koyrikortið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo