Formaðurin í Parasport Føroyar er misnøgdur við, at sendingin hjá KVF ikki nevndi føroysku úrslitini á Paralympisku leikunum.
Petur Elias Petersen, formaður, skrivar á Facebook:
- Sum formaður í Parasport Føroyar undrist eg stórliga eisini at luttøkan og flotta úrslitið ikki varð nevnt og fekk pláss. Paralympisku leikirnir eru tað størsta ein íðkari kann luttaka á undir Merkinum.
Eisini forkvinnan í MEGD, Tóra við Keldu, undrast:
- Óskiljandi, at KVF ikki sær paraítróttin og Paralympisku leikirnar sum part av Árið ið fer í ítrótti 2021. Pláss fyri batum í 2022!!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo