Tilsamans 12 partrolarar ella seks pør eru til fiskiskap, fiskaríið er misjavnt, okkurt brúkiligt hál er inn ímillum, og væntandi fara tey at landa í vikuni sum kemur.
Tað skrivar Fiskamarknaður Føroya í síni seinastu meting.
Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Annað fiskar mest tosk og hýsu, meðan hitt fiskar mest longu. Helst landa bæði síðst í vikuni. Møguliga fer okkurt línuskip avstað í næstum. Fýra frystilínuskip eru við Ísland og undir Føroyum.
Ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva, meðan hin liggur við bryggju. Helst landar hann síðst í vikuni.
Lítið kemur helst frá útróðrinum. Streymurin harðnar sum vikan gongur og veðrið verður eisini nakað umskiftandi, so roknað verður ikki við so nógvum útróðri, sigur Fiskamarknaðurin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo