Minst eitt fólk hevur latið lív av eini vanlukku sum hendi, tá ein íshola í Íslandi smokkaði saman í gjár, ímeðan fleiri fólk vóru inni í holuni. Bjargingarlið hava í alla nátt leitað eftir minst tveimum fólkum, sum framvegis ikki eru komin aftur í aftur.
Miðilin Visir skrivar, at umstøðurnar hjá bjargingarliðunum at leita eru truplar.
Nógv fólk kemur til staðið, har vanlukkan hendi, nærhendis Jökulsärlón á Suðurlandinum. Ein hópur við 25 fólkum vóru inni í ella beint uttanfyri holuna, tá vanlukkan hendi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo