Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú kom tilráðingin frá ICES fyri toskafiskiskapin á landgrunninum fyri 2023.

Tað eru ikki góð úrslit Havstovan hevur fingið á yvurlitstúrinum, men fiskimenn vita, at minst 60% av yvirlitstrolingunum, sum Havstovan gerð, og tilmælinum sum ICES kemur við eru skeiv.

Her eru nøkur brot úr bókum eg havi lisið, sum eg skrivaði eitt lesarabræv um í 2017.

Fyrst í 90unum minkaði føðin hjá toskinum inni á landgrunninum tá fór toskurin eisini út av grunninum, fyri at leita eftir føði og fiskaloysi bleiv.

Men í 1994 byrjaði føðin at koma aftur og toskurin kom aftaná.

Tilráðingin frá ICES fyri føroyabanka, var í nogv ár at ongin toskur skuldi fiskast í 2019.

25. september 2019 kom Sjóarmál út við fleiri gitingum um hví ongin toskur var á føroyabanka.

Men í mars í 2020 gjørdi Magnus Heinason ein roktúr við toski sum var 5 ár og eldri.

Niðanfyri er nakað sum eg havi tikið úr einum lesarabrævi frá 2017.

Hitt tiltikna fiskiárið 1919, vóru dømir um, at tað blivu settar tvær línur ella 800 húkar og fingu 800 fiskar. Trý ár seinri í 1922 eitt tað ringasta fiski ár, menn vita um.

Tá eg las um kyndilsmessuódnina í 1620 kom eg at hugsa at tað sama hendi veturin1988-89, Tá fyrst øll føðin burtur, og síðan bleiv fiskurin burtur. Tá bleiv eitt tað ringasta fiskaloysi í Føroyum, í nýggjari tíð.

- 1993 sóu fiskimenn, at føði byrjaði at koma aftur - 1994 ½ apríl bleiv rokfiskiskapur hjá trolbátunum, seinri hjá trolarunum.

- 1996 bleiv eisini rokfiskiskapur hjá línubátinum. Frá trolararnir fingu fisk gekk 1½ ár til fiskurin tók línu.

- 1995 søgdu fiskifrøðingar, tað er bert á onkrum smáum økjum nakrir stórir toskar eru, tað er ongin smáfiskur, so vit kunna ikki fiska ov nógv. (Sosialurin 1995)

- 1996 viðgingu fiskifrøðingarnir at fiskur var inni á grunninum, men teir høvdu ikki tikið feil, fiskurin var gýttur her í 1992 og 93. Men tann pástandurin kom ikki fram fyrr enn í 1996. uml. 20 ár seinri endurtekur støðan seg:

- 2010 til 2016 hevur verið vánaligt fiskarí, men als ikki fiskaloysi.

- 2015 byrjaðu fiskimenn at tosa um, at tað sá betur út við føðini. Tá var heldur betur fiskiskapur hjá trolbátunum.

- 2016 fingu trolbátarnir brúkiligt fiskarí av toski og hýsu.

- 2017 hava teir rokfiskiskap og snellubátarnir høvdu heilt gott fiskarí í vár. So vónandi og væntandi tekur fiskurin línuna skjótt.

Tá ið fiskifrøðingar altíð koma 4 ár aftaná fiskinum og fiskimanninun og rokna bert á pappírinum, onki frá veruleikanum, og mæla bert til at minka fiskidagarnir, um fiskurin er á veg inn á grunnarnar ella fiskurin er á veg út aftur av grunninum, tí eru allar útrokningar óbrúkiligar og vit kunnu ikki brúka teirra tilmælir til nakað.

Fiskidagaskipanin bleiv gjørd til at fiska meira, tá føðin og fiskurin eru komin inn á Føroyagrunnin. Veiðitrýsti minkar altíð, tá føðin og fiskurin eru farin av grunninum.

Skal ein góð fiskidagaskipan oyðileggjast, bert tí fiskifrøðingarnir ikki klára at fylgja við botn fiskastovninum?

Í dag kom so tað óskiljandi upsatilmælið, har verður mælt til at minka upsafiskiskapin við 52%. Tað er ómøguligt at fiska ov nógv av einum semipelagiskum fiskastovni sum er uppi i sjónum 75% av tíðini.

Her er nakað frá Havstovuni:

https://www.fo24.net/2018/11/08/upsastovnurin-og-stovnsmetinga

https://www.facebook.com/photo/?fbid=1323917447695131&set=pcb.1424423460982542

https://www.facebook.com/messenger_media/?attachment_id=1323917804361762&message_id=mid.%24cAAAAALlwHvFimbBjglcaGs0TJqb9&thread_id=100000269267836

https://academic.oup.com/icesjms/article/67/1/111/596456?fbclid=IwAR0U8dJj03RMzWAAaYdweB1HDQAPUK4koKly9q-ZsuNmu67zJLhr0z_gAc8&login=false'

Video

https://nordlysid.fo/tidindi/68922/nogvur-storur-og-feitur-toskur-a-foroya-banka?fbclid=IwAR3yjIkjz8tsTX3UY4vyuscuvhgbDHnN5S2522GUXEV57Ij2psun0QPam9w

https://hav.fo/PDF/Ritgerdir/2019/Sjovarmal2019.pdf   S.10

https://hav.fo/PDF/Ritgerdir/2020/Sjovarmal2020.pdf#page=24 S. 24

Eyðun Hansen
350 Vestmanna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo