Nú kavin hevur ligið óvanliga leingi man vera svangligt hjá smáfuglunum. Nakrir breyðmolar, feittið frá tí ræsta ella tað tú kanst keypa til endamálið er alt vælegnað til føði hjá smáfuglunum, nú kalt og kavi er.
Summir, til dømis bringureyðin á myndini, blíva serstakliga spakir, og dømi eru um, at teir koma inn í húsini, har teir kenna seg tryggar. Tað ger teir eisini útsettar fyri at verða fangaðar av kettum, so tí eiga fólk sum hava kettu ella frens sum kelidjór eisini at hugsa um tað, og antin halda tey innandura ella geva teimum bjøllur um hálsin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo