Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Stigtakararnir og Fuglafjarðar Kommuna: Sunnudagin 17. desembur kl. 14 verður minnismerkið fyri kvinnur deyðar í barsilssong avdúkað í Miðstaðarlundini í Fuglafirði við eini hátíðarløtu, har øll eru vælkomin.

Fuglafjarðar Hornorkestur setur løtuna, og Anne Mette Greve Klemensen, sum er ein av stigtakarunum, bjóðar vælkomin. Guðrið Poulsen greiðir frá minnismerkinum, áðrenn tað verður avdúkað.  Eisini bera Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, og Eyðun á Lakjuni, formaður í mentamálanevndini í Fuglafjarðar kommunu, fram røður.

Eivør setur dám á løtuna við sangi, og Jóhan Hentze spælir eitt solostykki á trompet.

Skótar selja kakao í ”Hjallinum” meðan tiltakið fer fram.

Eftir løtuna heldur hátíðarhaldið fram í Mentanarhúsinum, har Muntra borðreiðir við einum góðum drekkamunni. Siloakórið og Fuglafjarðar Sangkór syngja nøkur løg og Beinta Ingeborg Greve syngur eitt brot úr kantatuni hjá Sólrun Michelsen og Knút Olsen, sum nemur við evnið. Signar á Brúnni, sum misti mammu sína í barsilssong, hugleiðir, og Rigmor R. Dam, sum í løtuni skrivar eina bók um evnið, ber fram røðu.

Hugskotið birtist Allahalgannadag í 2018 sum ein undran um, at vit ikki eisini minnast tær, sum lótu lív, tá tær góvu lív. Við minnismerkinum hava vit nú eitt stað, har vit æra og minnast tær kvinnurnar í Føroyum og um allan heim, sum fingu hesa vanlagnu.

Stigtakarnir, sóknarprestur Anne Mette Greve Klemensen, mentanarsamskipari Brynhild Næs Petersen og ljósmóðir Poulina Abrahamsen, hava fingið fíggingina til vega til 5 metur høga listaverkið, sum listakvinnan Guðrið Poulsen hevur latið úr hondum.

Minnismerkið er reist í Miðstaðarlundini mitt í Fuglafirði, har børn og vaksin njóta fríløtur alt árið. Hetta er helst fyrsta minnismerki fyri kvinnur deyðar í barsilssong í heiminum. Við hesi staðseting, verður minnið um tær æra mitt í tí lívinum, sum teimum ikki untust at gerast partur av.

Lesið meira her: https://fuglafjordur.fo/mentan/minnismerki/

https://www.facebook.com/minnismerki

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo