Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Hava verið í summarfrí í húsunum á Nónvarða á Strondum. Útsýnið suður í fjørðin er frítt og fagurt. Nógv ferðsla er inn og út av fjørðinum. Fleiri av skipunum er russisk fiskiskip, ið landa veiðina umborð á farmaskip. Runavíkin er teirra umskipingar havn.

Veðrið hevur verið gott. Um kvøldarnar gingu vit út í Tangan við teimum smáu, ið vitjaðu nýggju búseting okkara. Frágera góðir dagar. Vit livdu og kundu njóta dagin, ið okkum var givin.

Børnini liva í sínum hugaheimi. Tað er gott, at so er. Vit royndu at liva saman við teimum, men okkum vaksnu gekk valla eins væl at vera hjástødd og liva í løtuni.

Tað hendi ov nógv. Lívið hjá vinum og kenningum var órógvað. Fólk fóru í bestu árum. Runt alt landið og í okkara gamla prestagjaldi vóru ung fólk kallað til hvíldar. Ómetaliga svárt hjá teimum avvarðandi. Eisini vit eru ávirkað, tí tað eru vinfólk og kenningar.

Lívssólin er ikki altíð bjørt og unnilig. Viðhvørt skýmir á vaknandi degi. Tað hendi, at lívssólin setti, áðrenn kvøldið kom. Tað er ikki einvíst viðrák í lívsins sigling.

Úr stovuvindeyganum síggja vit minnisvarðan yvir sjólátin í Sjóvar sókn. Nøvnini siga frá vanlagnu langt aftur í tíðina. Fleiri av nøvnunum sipa til mína tíð sum prestur í Sjóvar prestagjaldi.

Á ferðunum út í Tangan fóru vit inn á økið rundan um minnisvarðan. Eitt vakurt og væl hildið øki. Tað er virðiligt at fara væl um deyðan, svá vit eiga at fara væl um lívið. Børnini spurdu, hví ein steinur við krossi og nøvnum stóð úti í Tanganum. Spurdu um vit kendu hesi fólkini, ið vóru deyð á sjónum.

Mær tykir ikki, at alt var betur í gomlum døgum. Eyðvitað var nógv gott í farnari tíð. Men, tað er sanniliga nógv gott í okkara tíð. Fólkið tekur hond um og hjálpir til, har á leikar. Tað almenna er neyðugt, tí tað er altíð onkur, ið dettur burturímillum ella partvíst verður gloymdur.

Enski rithøvundurin Georg Orwell (1903-1950) segði, at nøkur fólk eru meira líka enn onnur. Hóast øll hava somu rættindi, verður tað altíð onkur, ið fær í minna lagi sammet við sosialu støðuna og umstøðurnar annars.

Vøkur er siðvenjan, at útvarpið hjá Kringvarpinum boðar frá andláti og jarðarferð. Í einum lítlum landi skapar hetta nærleika, ið er gagnligur fyri alt fólkið.

Tey seinnu árini er tað vorðið meira vanligt, at vit ístaðin fyri blómur og kransar kunnu lata eina minnisgávu til eitt vælgerandi endamál ella til børnini hjá tí deyða. Nøkur meta hesa siðvenju ivasama. Onnur halda, at hetta er rætt og sømiligt.

Mær hóvar væl henda møguleikan, hóast blómur eisini eru hóskandi. Ein kransur er eyðvitað meira enn bara eitt blómuprýði, tí hann er ein heilsan til tann, ið farin er og tey avvarðandi. Eingin orsøk er at undirmeta ein jaligan gerning.

Undirritaði veit av lívsroyndum, at handalig hjálp eins væl og peningaligur styrkur er komin væl við hjá familjum, ið brádliga mistu forsyrgjaran. At koma í ta støðuna, er langt frá ein ynskilig støða.

Tann almenna hjálpin við andlát er væl betur nú á døgum, enn hon var í farnu øld. Tó hon nøktar ikki tann fíggjarliga tørvin, tá ið ein forsyrgjari at børnum undir 18 ár verður kallaður til hvíldar.

Tann sosiala hjálpin er eitt munagott ískoyti, ið vælferðarsamfelagið tryggjar hinum einstaka. Ískoytið er ikki ein varandi burðardygg loysn.

Undirritaði veit av royndum, at viðhvørt tekur deyðin lívsgrundarlagið undan familjuni. Tað er enntá komið fyri, at peningur ikki var til kistu og jarðarferð. Vit loystu málið við hjálp frá góðum fólki, og tann deyði varð virðiliga lagdur til hvíldar.

Kenni vakrar søgur um sjófólk, ið góvu einkjum og børnum teirra mangan góðan døgurðabita, tá ið skipsfelagar fórust í yrki á sjónum. Tað er eingin skomm at taka ímóti hjálp og viðganga, at endarnir ikki røkka saman.

At lata eina minnisgávu er ein nýggjari siður við atliti at jarðarferð. At geva blómur ella minnisgávu nýtist ikki at útiloka hvørt annað. Báðir hættirnir eru vakrir og staðfesta samkenslu og tøkk fyri lívið, ið var.

Møguliga kunnu vit vera dugnaligari at geva hvør øðrum blómur. Tað er ikki neyðugt at bíða, inntil onkur doyr. Tak eina blómu í urtagarðinum ella keyp eitt blómuprýði í blómubúðini. Gevið blómurnar til onkran, ið kann gleðast yvir vakurleikan og angan, meðan lívið er.

Vit mega við Guðs hjálp fáa børnini undan og hjálpa forsyrgjarum, ið mistu makan. Tað er vakurt at lata nakrar krónur sum minnisgávu, tí peningur skal til, eisini við deyða og andlát. Einki er ókeypis, heldur ikki deyðin, hóast hann kemur óboðin. Amen.

Orðið: “Sálmur 82, vers 3.

Veitið teim veiku og faðirleysu rætt, latið neyðstødd og fátæk fáa sømdir.” (Sálmur 82,3).

Jógvan Fríðriksson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo