Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í Grasagarði er nýggjur, sermerktur bonkur settur upp. Endamálið við bonkinum er at varpa ljós á demenssjúkur millum fólk.

Á bonkinum stendur: »Visti tú, at alsamt fleiri fáa demens, eisini á yngri árum? Latið okkum í felag menna einar demensvinarligar Føroyar«.

Við at seta bonkin í Grasagarði ynskir Tórshavnar kommuna at viðvirka til at seta sjóneykuna á demens. Tað er Alzheimerfelagið, sum hevur framleitt benkurnar í samstarvi við Tekniska skúla í Klaksvík. Endamálið er at varpa ljós á demenssjúkur millum fólk generelt.

Hugsanin við bonkinum er, at hann stendur sjónliga fyri almenninginum og samstundis bjóðar inn til at ein setur seg niður, kanska fær sær eitt prát ella bara nýtir løtuna.

Tankarnir aftanfyri staðsetingina í Grasagarði er, at bjarti liturin lívgar upp á staðnum og vekjur ans. Her er gott at sita og samstundis eygleiða lívið í Grasagarði. Lillaði liturin og runda sniðið hava ein leikandi dám yvir sær og hóska saman við boðskapinum á minnisbonkinum væl inn í Grasagarði, har nógv børn og vaksin koma saman hvønn dag – óansæð veður. Eisini er bonkurin beint við Tilhaldið, har nógv eldri fólk koma dagliga.  

Leygardagin 21. september er Altjóða Alzheimerdagur, og í hesum sambandi skipar Heilsu- og umsorganartænastan saman við øðrum fyri almenna tiltakinum »Saman um demens«, sum verður í Reinsarínum í Tórsgøtu frá klokkan 11-16. Skránna sært tú her: 

Saman um demens (tímin.fo)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo