Norðlýsið: - At Landsstýrið nú er farið í part við stóru aktørunum í ferðavinnuni fer at gera, at jarðareigarar á bygd verða beindir av vegnum til frama fyri hópferðavinnu.
- Tað fer at gera tað óliviligt úti í bygdunum kring landið, og bygdafólkið verður harvið trýst til at flyta.
- Tað minnir um, tá upprunafólkið í Thule bleiv tvangsflutt av myndugleikunum. Tá var tað fyri at gera rúm fyri eini hernaðarstøð, í Føroyum er tað fyri at gera rúm fyri hópturismu, sigur Mikkjal Joensen partaeigari í Sp/f Visit Kallur, við Norðlýsið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo