Í sjeytiárunum kom eg í læru til bygningssnikkara á Snikkaravirkinum í Grønlandi, har eg fekk mítt sveinaprógv í 1979.
Har møtti eg nógvum góðum fólki, men serliga minnist eg Poul, tí hann gav sær stundir til ein og var altíð við tí góða orðinum.
Hann var ikki tann, sum tosaði nógv, men tá hann hevði okkurt at bera fram, var eg altíð klárur at lurta og læra.
Poul hevði góð evnir innan snikkaraarbeiðið og legði mong úrslit eftir seg.
Eg vil takka Poul Danielsen fyri hansara sera góða máta at taka sær av okkum lærlingum, so vit ernir kundu standa við einum prógvi – at hava við okkum á lívsleiðini!
Hvíl í friði og takk fyri!
Fríðálvur Jensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo