Mikudagin 24/4-2024 andaðist Mikkjal Mikkelsen, fyrrverandi lærari á Námsvísindadeildini. Hann gjørdist 68 ára gamal.
Mikkjal Mikkelsen var ein av dugnaligastu fótbóltsleikarum í Føroyum í 1970unum og í 1980unum. Hann var svipari á KÍ-liðnum í fleiri ár, og hann var liðskipari á føroyska landsliðnum eitt tíðarskeið. Mikkjal hevði framúr gott yvirblikk á vøllinum, og hansara teknisku førleikar og hansara góða høvuðspæl verða umtalað tann dag í dag.
Men Mikkjal var ikki bara kendur sum fótbóltsleikari. Hann var eisini kendur sum lærari á læraraútbúgvingini í tvey áratíggju. Aftaná at hava lokið prógv á lærdum háskúla í Danmark í 1990unum, var Mikkjal settur í starv á Føroya læraraskúla um aldarskiftið, har hann skuldi varða av landalæru og donskum. Og hesa uppgávuna megnaði Mikkjal sera væl. Pauli Nielsen var rektari á læraraútbúgvingini um tað mundið, og Mikkjal gjørdist skjótt næsti maður rektarans.
Tá ið avgerð varð tikin um, at læraraútbúgvingin skuldi endurskoðast í 2005/2006, var Mikkjal settur sum skrivari í eini arbeiðsnevnd, ið taldi 15 fólk. Hetta var stórarbeiði, men nevndin var virkisfús, og í august mánaði 2006 fekk landsstýrismaðurin í mentamálum handað tað sokallaða PLÚ-álitið, sum varð nýtt sum grundarlag, tá ið læraraútbúgvingin varð lýst sum ein setursútbúgving á bachelorstigi á sumri í 2008.
Mikkjal var eisini hollur stuðul hjá Jóannesi Hansen, sum var rektari á Føroya læraraskúla (seinni Námsvísindadeildin) frá 2006 til 2011. Hetta tíðarskeiðið sat Mikkjal eisini í nevndini í Magistarafelagnum.
Mikkjal var ein dugnaligur undirvísari og ein hjálpsamur starvsfelagi. Hann var altíð blíður og týður. Hann var fakliga forvitin, og hann visti mangt og hvat. Hann var ein tumma framman fyri starvsfelagarnar á KT-økinum og altíð góður at heita á. Hann hevði sett seg væl inn í, hvussu ársnormar skuldu setast upp og var við til at knæseta ársnormaskipanina á Frælsinum. Osfr.
Mikkjal hevði greiðar meiningar um, hvussu undirvísingin á eini læraraútbúgving skuldi skipast. Hann var forsprákari fyri tvørgreinaligari undirvísing og verkætlanararbeiði. Hann sá stórt virði í, at lesandi fóru útferðir í egnum landi og námsferðir út í stóru verð. Og hann minti altíð starvsfelagarnar á, at sambandið millum læraraútbúgvingina og fólkaskúlan var av stórum týdningi.
Í vertskapi var Mikkjal tann, ið dugdi best at spæla guittar og at syngja fyri. Tá ið borðhald var, vildu øll sita undir liðini á Mikkjali, tí hann dugdi so væl at siga skemtisøgur og skapa eitt gott huglag.
Tey árini Mikkjal starvaðist á Frælsinum, hepnaðist tað honum at skapa góð og varandi sambond millum føroysku læraraútbúgvingina og lærararútbúgvingar í hinum Norðurlondunum. Mikkjal var sum dømi ein av oddamonnunum, tá ið Spika- og Álka-netverkini vórðu sett á stovn. Hesi netverk hava burðardyggleika og náttúruvísindi sum snúningsása, og rættuliga nógv læraralesandi hava verið ógloymandi túrar við Mikkjali á Spika- og Álka-skeiðum.
Tey, ið hava hitt Mikkjal, fara ongantíð at gloyma hansara dámligu medferð. Hann var ein góður lærari, ein góður starvsfelagi og eitt gott fólk.
Vit senda okkara tankar til tey, ið sita eftir, nú Mikkjal er farin. Ein serlig heilsan verður send konu Mikkjali, Paulinu Poulsen, ið starvast sum lestrarvegleiðari á Fróðskaparsetri Føroya.
Hans Harryson
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo