Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Ónsmorgunin 18 januar andaðist mammubeiggi mín Adolf Ryggshamar 88 ára gamal.

Ikki vardi tað okkum, at tú skuldi fara som knappligani, hóast høgan aldur, vart tú væl fyri og var sum ein ungur maður at vera saman við, tú vart eisini væl fyri kroppsligani, hóast gangilagið kundi bila nakað.

”Eg skuldi hjálpa tær við einari 3 mans sofu, fyri 3 áðrum síðani, sum skuldi koyrast vekk úr stovuni hja tykkum, eg var nakað seinur, men tá eg kom niðan var sofan vekk.

Eg segði Adolf, hvar er sofan og Adolf svaraði ” eg havi blaka hana út í garðin frá altaninum” . Jú rætt var og stóra sofan,  lá niðri í túninum hjá Adolfi.”, so væl fyri var hann fyri, heilt til hann andaðist.

Tað følist sum um, at ein ungur maður er farin í annan heim. Tí hann var so væl fyri og ungdómligur.

Okur báðir høvdu manga góðu løtuna, har tú fortaldi mær søgur um týtt langa liv, sum var av góðum og eisini av ringum. Men mest av tí góða.

Tíbetur havi eg tikið nógvar søgur uppá video, sum eru gullverdar at eiga.

Adolf  hevði eitt framúr gott minni og dugdi sum fáur at siga frá, ein var líkasum tikið við inn í søgurnar hjá Adolfi, tá hann segði frá teimun.

Næstan hvønn dag, var Adolf her hjá systrini til kaffi kl 11.30, tá vart hann oftani komin beina kós frá góða vinin sínum Jonhardi.

Adolf  elskaði alt her í Vági sum eingin annar, og var hann vágbingur við stóra V. Adolf var eisini ein sonn býarmynd.

Adolf var altíð at síggja í býarmyndini á sínari  súklu. Har hann fór út gjøgnum vágsbygd at fregnast, møguliga fyri at vita, um okkurt nýtt hendi í bygdini. Adolf  setti eisini orð á, at her var stórur framburður gjørdur í Vági seinasti árini og tað var hann sera errin av og frøddist stórliga um tað.

Adolf var sera stóltur av sínari nærmastu familju, børnum, abbabørnum og langabbabørnum. Hann var sera góður við tey og tey við teg.

Tað verður stórur saknur fyri tey og Salomu, nú Adolf er farin, til eitt betri stað. Harrin styrkir tykkum í hesari sváru tíð.

Adolf var annars uppvaksin og hevur verið búsitandi í Vági alt lívið og vágsbygd hevur altíð staðið hansara hjartað nær.

Adolf var næstelstur av einum barnaflokki uppá 5 systkin. Hann er sonur Jens og Alvildu Ryggshamar í Vági.

Adolf var giftur við Salomu, fødd Thomsen, ið er ættað av Kollafirði. Tey fingu 3 børn, Leivur, Margretha og Solveig.

Leivur og Solveig búgva í Danmark, meðan Margretha slítur sínar skógvar í ættbygdini frá móðurs síðu í Kollafirði.

Adolf hevur fyri  tað mesta av sínu lívi verið sjóðmaður og fór fyrsta túrin til skips við ferðamannaskipinum ” Dronning Alexandrine ” í 1949, bert 15 ára gamal.

Hann gekk somu leið sum Jens abbin, nevniliga innan kokkayrkið. Hann var tvey ár við ” Dronning Alexandrine ” og bæði árini var hann hjálparkokkur.

Hetta var sjálvsagt ein stór avbjóðing í hansara unga lívið, men Adolf helt áfram við at vera sjómaður. Hann fór m.a. við Garðasluppunin ” Havgásini" til Grønlands í 1952 har Mortan Jacobsen á Báraldarbakka úr Vági, sum skipara.

Adolf hevur eisini verið við norska línuskipinum ”Vartal" saman við pápa mínum og øðrun kendun vágbingun. Vartal brendi tíverri fyrst í 1970 unum, men hvørki Adolf ella pápi vóru við tann ólukkutúrin, har fleiri av manningini doyðu.

Adolf var eisini við ” Norðheim" og "Mette Polaris". Seinni var hann við ”Sjófarinum", sum Jógvan bróður hansara átti. Her var hann eisini saman við elsta bróðrinum Vilmund, sum eitt skifti førdi ”Sjóðfarið”.

Fyri at nevna nøkur onnur skip, sum Adolf hevur verið við, kann nevnast ”Vágbingur" og "Jógvan á Gørðunum". Adolf hevur eisini verið til útróður í Grøndlandi og róð út við familju útróðrarbátinum ”Bresta" m.a. saman við pápa sínum í mong ár.

Adolf legðist uppá land og har gekk Adolf aðrar leiðir, m.a við at leiga gamla Klubban í Vági frá Pola og Petur Nolsø.

Her hevði hann matstovu og bakarí. Har m.a. vinmaður og skyldmaður hansara Jonhard Vest Joensen var honum til hjálpar, serliga í bakarínum.

Matstovan var millum fólk flest kallað "Hjá Adolfi". Har var m.a.fyrsta ”Jukeboksin" í Suðuroy. Sum seinni varð seld til biografin hjá Jørgen M. Olsen í Vági. Resturantiónin hjá Adolfi, var eisini væl vitja.

Adolf keypti sær jørð í Vági í 50-unum. Har hevur hann saman við sínum seyðafylgi havt góðar løtur. Eg minnist sjálvur sum smádrongur hvussu gott og hugnaligt tað var, at vera yviri á bønum hjá Adolf og Salomu, tá ið hoyggingin var fyri. Sjálvt um eg var meira til ónáðir enn til gavn, skeldaði Adolf meg ikki út.

Adolf var ítróttarmaður um ein háls og í frítíðini, spældi hann fótbólt við VB í mong ár og hann róði eisini kapp. Honum dámdi stak væl, at hyggja eftir VB kvinnum í hondbólti. Hann var sera trúðfastur VB ari, bæði sum spælari og seinni sum áskoðari, har hann var næstan til hvønn dystin í øllum deildum, bæði innan fótbólt og hondbólt.  Alt var VB hjá honum, líkamið um VB tapti ella vann, so vóru teir/tey best.

Adolf var á besta líðnum hjá VB í 50-unum,  saman við fleiri  vinmonnunum sínum m.a Henry Hansen (Henry hjá Algatu) og Eyðun Johanssen vm.

Besta úrsliti hjá Adolfi og ( teimun ) - sum eg eri kunnaður um - má uttan iva vera tá hann var við, at vinna 3 steyp á einari Jóansøku á Tvøroyri.

Hetta hendi miðskeiðis í 50-unum. Fyrst vann hann við Tofta Regin í kappróðri og seinni sama dag, vann hann tvey steyp, ávíkavist á VB-liðnum og á einum felags Suðuroyarliði. Seinni um kvøldið gekk leiðin burt at fiska við trolaranum Høvdaberg.

Adolf bleiv eisini heiðraður av vágbingum, tá hann skeyt fyrsta máli í Marghøllini í Vági, hettar tá Marghøllini, var tikin alment í nýslu. Eisini var hann heiðraður við VB nál, um sama mundi. Hettar var hann sera stóltur og takknemligur fyri.

Tað verður stórur saknur fyri okkum øll, nú tú ert farin. Eitt stórt tómrúm verður eftir teg góði mammubeiggin, tú hevur ” fylgt ”nógv og hevur verði eitt livandi og aktivt menniskja fyri okkum øll.

Tað verður stórur saknur í tær elskaði mammubeiggin.

Hvíl í friði

Levi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo