Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Hildigarð Nattestad
28.02.1930 – 15.10.2023
in memoriam

Nú Hildigarð, tú fórt oss frá
úr miklum lívsins mátti,
men eftir livir blítt títt brá,
sum til oss øll tú átti.

Vit kent teg hava ár so  mong,
har tú oss borð títt reiddi,
og átti til oss flógva song,
og alt so væl oss greiddi.

Tú vart so kát og frísk í sinn,
sum ellisár ei rørdu,
tað føldu vit, ið komu inn,
tá suðurferð vit gjørdu.

Tí kenst tað undarligt í dag,
nú tú her ert ei meira,
at vísa oss títt blíða lag
á tínum heimageira.

Vit minnast, og vit heiðra teg,
nú tú frá oss ert farin,
at finna á hin dulda veg,
til gylta himnagarðin.

Vit goyma teg sum dýran skatt
í okkar innsta minni,
og minnast teg, tá lív var lætt
í tíni stovu inni.

Títt lív for okkum glæma er,
sum ikki hvørva skal,
tí øll vit siga, nú tú fer,
at alt, tú var, var væl.

unna, pm & vit øll

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo