Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Henry var sonur Bellu, sum var ættað úr Sørvági og Sámal Jákup, sum var úr Skopun.

Henry giftist við Anni f. Jacobsen úr Skopun, saman fingu tey børnini Heðin, sum siglur sum skipari, Beintu, sum er løgtingsskrivari og Øssur, sum yngstur og arbeðir hjá Formula.

Henry var sjómaður burturav, hann átti ikki nógvar tímar í arbeiði á landi, um hann átti nakran.

Tað fyrsta, sum eg minnist til henda tiltikna raska sjómannin var, tá hann sigldi við “Ólavi Hvíta”, tað gjørdi hann, so leingi hann hoyrdi til bygdina.

Ta flakavirkið var opnað í Skopun í 1968, kom ein 20-tonsari til bygdina, millum aðrar, har var Henry við, so leingi báturin var í drift í Skopun. Seinni keyptu somu menn “Skarðhamar”, sum var 50-tonsari, hann trolaði og sigldi við línu um veturin, her var Henry við líka til driftin steðgaði.

Síðan fór Henry at rógva út til Mourits, líka til Mourits fall frá, tá var sjólívið av fyri Henry. Tó mundi hann hava stríðst á havinum eini 50 ár ella meira. Skotsmálið hann fekk var, at hann var millum teir fremstu á skipsdekki.

Henry og Anni giftust og settist í býgv úti við “Lið” í Skopun, eitt hús, sum altíð hevur anga av friði.

Eg minnist dagin 24. Apríl, tá Henry flutti heim til Harran, eg var farin eftir merkinum, skuldi hivað flaggið í fulla stong fyri øðrum sjógarpa í heimbygdini, sum fylti 75 ár.

Ímeðan eg fekst við at binda flaggið í línuna ringir telefonin, boðini vóru, veit tú at Henry hjá Bellu er farin, Nei, segði eg. Fór síðan inn aftur við flagginum. “Merkið” kundi ikki bæði vera í hálvari stong og boða okkum frá sorg, ella í fullari stong og boða frá gleði.

Henry var stilførur maður, havnalagið var staðið, har hesir menn hildu til.

Ofta gingu bylgjurnar høgt um politikk og aðrar trupulleikar, men ongantíð hoyrdi tú Henry blanda seg. Hann var vinur við øll og hansara vakra smíl boðaði frá: Tosið tit!

Ofta var hann berklæddur, sanniliga hesin hampamaður hevði ikki hug at blanda seg í ósemjur.

Tá stundirnar vóru betur og pensjónista tilveran var komin, tá sá tú hesu fryntligu hjúnini, ofta í bilinum, hon koyrdi og hann við síðurnarav.

Oftast steðgaðu tey, hann skrúvaði rútin niður og vit fingu eitt gott prát, oftast um ymiskt, sum varð gjørt. Tú var altíð upplyftur eftir hesar samtalur.

Henry og eg vóru nærmastu skilmenn, ofta tá vit møttust úti á Gamlaveg, datt prátið niður á íslandsslektina hjá okkum. Ofta fortaldi hann okkurt stuttligt.

Keiin, egningarskúrarnir vóru universitetið hjá hesum smærru børnunum, tey fingu undurvísing frá eldri monnum, sum vóru lagstir uppi, eftir langt lív á sjónum. Ofta komu manningarnar á keiina óveðursdagar, at greiða fløktar stampar.

Eisini teir løgdu lunnar hjá ungdóminum, sum lærdu dreingir og gentur um lívsins viðurskiftir, har var Henry so sannuliga ein.

Havnin var full av 50-tonsarum og minni bátum.

Teir løgdu gott í beinini hjá ungdóminum.

Jú, vit byggja á herarnar hjá hvørjum øðrum.

Góða Anni, børnini og abbabørnini, langabbabørn, tit hava mist ein góðan mann, pápa, abba og langabba.

Friður verði við minninum um Henry

Gerhard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo