Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Fyri fáum døgum síðani frættu vit, at Arngrím var farin um sýn, 92 ára gamal.

Arngrím var føddur á Miðgerði í 1931. Barnaflokkurin var stórur, 13 systkin.

Sum 6 ára gamal, fekk hann tuberklar, og skuldi sendast á Sanatoriið, men tá ið omman hoyrdi hetta, segði hon kortanei. Drongin skuldi hon passa.

Frá ommuni fekk hann froðuna oman av mjólkaspannuni hvønn morgun, tá ið omman hevði mjólkað. Og frískur bleiv hann, og hann hevur ikki verið sjúkur av nøkrum síðani.

Tá ið hann var um 9 ára gamal, kom Elisabeth í Koltri forbí á Miðgerði, og spurdi, um ikki onkur drongur úr rúgvuni kundi koma út í Koltur, at “raka frá rívuni”, og tað bleiv Arngrím, og hann bleiv úti í Koltri, meira ella minni, líka til hann var eini 15 ára gamal.

So tað var IKKI tí, at hann var ein “óargaungi”, at hann endaði úti í Koltri. Tvørturímóti.

Í Koltri fekk hann mestsum onga skúlagongd, men væl hevur hilnast hjá honum kortini.

16 ára gamal fór hann til skips, sum aðrir raskir dreingir. Fyrst við slupp, og síðani til útróður í Grønlandi, og síðani var hann í nógv ár við trolara.

Arngrím dugdi til ALT, og hvør kennir ikki orðafellið: Spyr Arngrím!

Hann legði allar oljufýringarnar inn hjá allari familjuni, pluss nógvum øðrum afturat, og var altíð fúsur at hjálpa til við húsabygging, millum túrarnar, og altíð fyri onga løn.

Hann var ein av høvuðsforsprákarunum fyri Bátafelagnum í Kollafirði, og var ein av høvuðsmonnunum fyri at fáa felagið og húsið upp at standa.

Innløgumaður um ein háls var hann, bæði á sjógvi og landi. Fiskaði við báti alt frá toski til reyðspettur, og á landi hevði hann dunnur, hønur, gæs, seyð, neyt, o.a. Ja, mann kann siga, at hann var “hálvur” bóndi.

Hann var ein bygdamynd í Kollafirði, sum hevði stóran áhuga fyri familjuni og ættini, og visti væl “beskeð” um alt, og hevði minni, sum fáur.

Hann fylgdi eisini væl við øllum, og hvønn einasta dag ringdi hann runt, umborð á Jupiter, Trónd í Gøtu og Arctic Viking. So um skrætt var, so visti hann júst hví, og um onki var at fáa, so visti hann hvar skuldi farast. Jú, hann dugdi meira enn at mata sær.

Hann var eisini ein av høvuðsmonnunum viðvíkjandi kappsigling við 5 mannaførum, og vann mangt heiðursmerki við Koltursbátinum og Miðgerð, og vandi nógvar nýggjar siglarar upp.

Ja, saknur er í honum, nú ongin telefon ringir og boðar frá “kaffi á hotellinum”, og ongin rødd í bátahylinum, har hann var hvønn einasta miku- og leygardag til ein drekkamunn og prát, og eisini var kokkur har, tá onkrum barst frá.

Hvíl í friði vinurin.

Bátafelagið í Kollafirði

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo