Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Týsdagin í farnu viku bórust boðini sunnan av landi, at Tórfinn Smith ikki var okkara millum longur. Hann varð brádliga tikin burtur bert 71 ára gamal.

Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur við deyða hansara.

Dagin eftir, at Tórfinn var farin um sýn, fylti hjartabarn hansara Sosialurin 90 ár, og hevði hann gjørt seg til reiðar at fara norður um fjørð at hátíðarhalda dagin á blaðnum, har hann stóran part av lívi sínum hevði starvast. Thomas Kingo yrkti í sínari tíð, "Sorrig og glæde de vandre til hobe," og enn einaferð mugu vit ásanna, at júst hetta er partur av okkara veruleika. Lívsleiðin er ein ferð millum gleði og sorg.

Tórfinn varð borin í heim í Havn 27. mars 1946. Eftir at hava starvast eina tíð á Veðurstøðini, kom hann at starvast á Sosialinum. Hann arbeiddi á blaðnum í mong ár bæði sum blaðstjóri og fyritaksstjóri, og var tað fyrst og fremst Tórfinn, sum saman við øðrum legði lunnar undir, at blaðið gjørdist eitt nýtímans tíðindablað við útbúnum blaðfólkum.

Politiskt var eingin ivi hjá Tórfinni. Hann var ein rættur sosialdemokratur, og tók hann saman við øðrum stig til, at ungmannafelagið SU varð stovnað í 1967. Hann var eisini fyrsti formaður felagsins, og tók hann aktivt lut í samstarvinum við sosialistisku ungmannafeløgini í hinum Norðurlondunum.

Í 1984 varð Tórfinn valdur í býráðið í Havn fyri Javnaðarflokkin, og umboðaði hann flokkin í býráðnum í samfull 18 ár.

Í 2003 fór Tórfinn undir Kunningartænastuna Rit&Ráð, sum síðani tá hevur staðið fyri útgávum av einum hópi av bóklingum, bløðum, tíðarritum, faldarum og ikki minst felags- og fakfelagsbløðum. Í hesum arbeiði komu hansara drúgvu royndir innan journalistikk og marknaðarføring honum til góðar.Hann var tætt knýttir til Starvsmannafelagið og stjórnaði blaðnum hjá felagnum í fleiri ár.

Tórfinn giftist Guðbjørg, og fingu tey børnini Erlu og Eyðun saman. Tað var teimum ein sera dyggur smeitur og stór sorg, at tey mistu sonin Eyðun á blaðungum aldri. Tórfinn flutti seinni suður til Vágs, haðani pápin var slektaður.

Tórfinn var ein persónur, sum styrkti munandi um politiska baklandið. Eitt bakland, sum er alneyðugt, skal politikkurin eydnast. Hann var trúgvur sum trøllið ímóti politisku hugsjónini, og har var ongantíð nakar slingur í valsinum. Men harumframt var hann eisini persónurin, sum eggjaði mongum øðrum til at bjóða seg fram á politiska pallinum og stuðlaði teimum á sín serliga sermerkta hátt. Stillførur og hóvligur og altíð positivur og við tí góða orðinum. Við Tórfinni átti flokkurin ein, sum eggjaði og stuðlaði øðrum, og hann var oddafólkunum góður í ráðum.

Vit menniskju hava so nógv at vera takksom fyri, um tað eydnast okkum at leggja okkurt gott eftir okkum. Politiskt laðaði Tórfinn tveir sera týðandi varðar eftir seg. Annar var, at hann fekk endurreist blaðið Sosialin til eitt nýmótans tíðindablað á professionellum grundarlag. Hin var SU.

Javnaðarflokkurin vísir samkenslu við hansara nærmastu í stóru sorgini, og Javnaðarflokkurin ynskir við hesum orðum at siga Tórfinni Smith tøkk fyri hansara stóra íkast í politiska arbeiðið.

Flokkurin lýsir frið yvir minnið um Tórfinn Smith.

Javnaðarflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo