Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Góði Sunnleif! Sum eg, og mong við mær, kundi unt tær eitt langt lív, nú tú vart um eftirlønaraldur; men tað kunnu vit einki gera við.

Tú vart ein so fittur smádrongur meg minnist í Kvívík og øll í bygdini høvdu tokka til tín.

Tú vart so vinarligur og hjálpsamur, og tá okkurt fór fram í bygdini - eitt nú brúðleyp -.so vart tú við tínum blíðmýskuta andliti har og mangan skeinkjari. Tú dugdi væl at vera vertskapsmaður.

At tú hevði mangar vinir og kenningar, vitnar tann stóra mannfjøld, ið var komin at fylgja tær. Kirkjan í Kvívík var fullsett, og aldrin havi sæð so mong fólk standa uttanfyri, sum kirkjan ikki rúmdi.

Tú vart ein sera vinsælur, dugnaligur og arbeiðssamur maður, ið dugdi títt handverk til fullnar.

Tú verður nógv saknaður.

Góðu tit ið vara av. Harrin styrki tykkum í sorgini! Tey góðu minnini hava tit eftir.

Við hesum fáu orðum ynkist tær frið og hvíld í Harrans navni.

Bygdarmaður tín
Ívar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo