Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

“Tað er so fantastiska umráðandi fyri samanhaldið, at vit skipa fyri døgum sum hesum”.

Hetta vóru seinastu orðini millum Ólav og meg bert fáar tímar, áðrenn hann andaðist. Vit komu á tal, sum so mangan fyrr, uppi á plenuni í Leirvík. Ein fagur summardagur og góður hýrur á øllum. Alt gekk væl, og øll hugnaðu sær. Sjálvandi gjørdi tað tað. Tí Ólavur og hansara næstu høvdu jú ein stóran leiklut í fyrireikingunum av degnum, sum var ein partur av árligu Víkingadøgunum.

Yngra dóttir mín og eg vóru møtt upp til tiltøkini hendan morgunin, meðan eldra dótturin og mamman vóru og spældu fótbólt fyri Víking í Klaksvík.

Lagið var framúr á Ólavi, eins og tað altíð var. Tað var stuttligt, og nógv fólk hugnaðu sær saman hendan morgunin. Veðrið var frálíkt. Lýtt og stilt. Onkur terradropið fall av himni, men hann var ikki meir enn lendur, so turkaði sólin hann burtur aftur. Barnalátur eins og vaksnamannalátur var at hoyra um alla Brekkuna í Leirvík hendan morgunin. Ein góð løta.

Bert nakrar fáar tímar seinni komu deyðsboðini av Ólavi, og alt broyttist. Tað sum byrjaði sum ein góður dagur, endaði sum ein av teimum daprastu feigdardøgunum.

Tann 13. august fer at standa sum ein dapur dagur í minninum hjá okkum her í Leirvík í langa tíð.

Júst tá gleðin er størst, er sorgin næst. Leirvík misti ein góðan son hendan dagin. Eysturkommuna mistið ein góðan politikkara, og vit ein góðan starvsfelaga. Víkingur misti eina eldsál og eina drívmegi. Men størstur er missurin fyri Eyðvør, sum misti mann sín. Magnus, Elin, Ninnu og Jákup, sum mistu pápa sín. Og systkini, ið mistu bróður sín.

Allar kempur falla fyrr ella seinni. Ólavur var ein kempa. Av sonnum ein sermerktur maður við dygdum sum fáur. Ein kempa, sum tíanverri fall fyrr og ikki seinni. Altíð klárur og altíð í gongd við okkurt spennandi. Ongantíð mótfallin og altíð framsøkin. Hann segði tað, hann meinti, og meinti tað, hann segði.

Saman standa vit sterk. Hesin hugburðurin var eitt eyðkenni fyri Ólav. Og saman standa vit øll í hesum sorgardøgum. Vit troystast við at tit, sum vóru Ólavi næst, kunna styðja og styrkja hvønn annan, tí tykkara samanhald er ein fyrimynd fyri okkum øll onnur.

Lat okkum taka við læru av lívið Ólavs og standa saman. Tí saman standa vit sterk í øllum lívsins viðurskiftum.

Ein mynd sigur meir enn túsund orð. Hendan myndin lýsir Ólav so sera væl. Eitt vinarligt og eitt sindur skálkakent smíl. Eitt smíl, sum skapar gleði. Soleiðis kendi eg Ólav, og soleiðis velji eg at minnast hann, nú hann er farin um sýn.

Ærað verði minnið um Ólav Finn Olsen

Jóhan Christiansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo