Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Óli Winther Olsen úr Skopun fór foldum frá eftir langa sjúkralegu, 73 ára gamal.

Óli var sonur Mads á Bø og  Dianu Gaard Olsen. Diana var ættað úr Skúvoy.

Óli fór tíðliga til skips, sum aðrir ungir menn. Óli var við Tungufossi tá hann mundi gingið burtur í Røstuni í Íslandi. Eg meini at Óli var við Nólsoyar Páll tann ringa túrin, tá teir mistu 4 menn, 70 fjórðingar úr Mykinesi.

Óli róði út, bæði í Føroyingahavnini og Ravnstóroy. Hann var av raskastu sjómonnum, er mær sagt.

Hóast onga útbúgving sum timburmaður,mundi tað vera fáur, sum kundi taka nakað úr hansara hondum.

Óli var umsjónarmaður hjá Skopunar Kommunu í nógv ár.

Seinni fór hann at arbeiða hjá J&K Petersen, har treivst hann væl og arbeiddi har upp til pensjónsaldur.

Síðsta arbeiðið hann gjørdi var, at leggja flísar runt um nýggja skúlan í Skopun, eitt vælaverk.

Óli og Jóhanna fingu 11 børn, sum øll eru væl undankomin.

Barnaheimið hjá Óla og mítt vóru sum eitt, mammurnar vóru systkinnabørn, ættaðar úr Skúvoy, hóast at mamma mín vaks upp á Sandi.

Eisini vóru vit nærmastu grannar.

Jú, nógv er at minnast til frá teirri tíðini.

Onkran túrin slapp eg við Óla, við tí ótrúliga snøgga bátinum Skopuningurin, sum teir vóru sera stoltir av.

Óli var ein maður við meiningum, tær kundi eingin taka frá honum.

Diana og Mads fingu 5 børn á lívi. Sonny, systir Óla doyði niðri fyri fleiri árum síðan, alt ov ung, hon var ein sera vøkur kvinna. Og nú doyði Óli 73 ára gamal.

Eg fari hervið at lýsa frið yvir minnið um Óla Winther Olsen

GíB

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo