Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

11. Juni 1958 – 26. Januar 2016

Góða Nicolina.

Eitt ár er liðið síðan tú, óvæntað og púra meiningsleyst, ein lagnumyrkan týsdag í januar í fjør, bleiv tikin fá okkum.

Góða Nicolina, tú vart kona, mamma, vermamma, omma og systir, og tú fylti nógv og legði góð og hugnalig spor eftir teg, har tú trein.

Áhugin fyri tínum næstu var ein umráðandi partur av dagligdegnum, og ein tekur ikki munnin ov fullan, tá ein vil pástanda, at tú var límið í helt øllum lutum saman.

Á lívsleið tíni var tú í besta blóma og breiddi alsamt vøkur blómubløð.

Hugtakið, at finna meining í ruðuleikanum, er sera fráverandi tá ein hugsar aftur á tíðina uppundir, undir og eftir tragiska sorgarleikin uttan fyri heim tykkara á Velbastaðvegnum.

Hinvegin, lagnunnar speisemi er helst órannsakandi og at venda og snara hesum tilburðinum gevur onga meining og førur ongan veg.

Havandi hetta í huga, hevði tú helst ikki sjálv brúkt tíð uppá at fáa skil á galskapinum, men ypt øksl, rist høvdið, og herja á víðari.

Eftir teg sita tey so: Andrass. Tróndur og Rani við sínum familjum, og so einkardótturin, Ingileyg.

Mítt hjarta bløðir fyri tykkum og tykkara missi og sakni, samstundis sum vit við stórari virðing fylgja tykkum og síggja hvussu tit royna at berja tykkum upp á slættan aftur, fyri síðan at anda lættan í undanbrekkuni sum jú er har úti, onkrastaðni.

Nicolina var í fleiri ár yngst av fimm systkjum. Jógvan, Frida, Sunnleif og John Olaf, líka til tú sum 10 ára gomul fekk ein lítlabeiggja, Jónfinn. Mamma tín var Jona úr Nólsoy og Petur, pápi tín, var úr Sandavági.

Tú vaks upp mitt í bygdini í Sandavági, í húsunum á tí økið, sum seinni bleiv til Skraddaragøta. Nólsoy hevði, eins og hjá okkum øllum, eitt serligt pláss í huga og hjarta, og nógvar góðar løtur vóru at njóta á vøkru oynni saman við familjuni annars.

Tá tú vaks til leitaði tú, sum fleiri onnur, til høvuðsstaðin og umvegis ymiskar sniðgøtur komst tú víðari í lívinum og loksins greiddi tú eina sernámsútbúgving og ognaði tær eisini serligar bókligar eginleikar til, sum tú við lættleika og rættleika brúkti so hvørt í lívinum, sum hesi kravdu tað.

Tú fann kærleikan í Sørvági á rættiliga ungum ári, tá Andrass kom um tína kjørbreyt. Hóast tykkara relativt unga aldur, hildu tit saman, gjøgnum góðar og serliga eisini truplar tíðir, og loksins knýttu tit, nakað fyri aldarskiftið, endarnar saman við hugnaliga vígsluhátíð heima við hús, ið tá var longri niðri á Velbastaðvegnum.

Holurnar á tykkara vegi hava avgjørt eisini verið har, og serliga missurin av Fríðgerð, var svárur. Tí var tað eitt vælsignilsi tá Ingileyg sá dagsins ljós.

Nú vit, eitt ár aftaná, taka samanum, er faktum, at missurin er stórur, tómrúmið stórt og saknurin eftir tínum lætta og hjartaliga lyndi næstan ikki at koma yvir.

Tú ert ikki millum okkum meira, men vit vita, at har tú nú ert, syrgir tú helst eisini fyri, at tey minnast til at halda hvønn annan hátt og síggja tað besta í hvørjum øðrum.

Vit sakna og leingjast nógv eftir tær, og biðja Guð um at hjálpa og styrkja okkum øll og serliga tíni allar kærastu at klára dagin og vegin fram.

Við djúpastu samkenslu

Lítli beiggin tín, Jónfinn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo