18. august varð Hilmar Bech úr Porkeri fluttur um sýn 83 ára gamal.
Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur, nú Hilmar Bech, fyrrverandi løgtingsmaður og fyrrverandi tingformaður er farin.
Hilmar Bech var føddur í 1933 í Porkeri og var útbúgvin lærari frá Haslev Seminarium. Hann starvaðist øll árini frá 1959 sum lærari í heimbygdini og var fyrstilærari frá 1967 til 1999. Sum vanligt var tá, serliga úti á bygd, so røkti hann eisini onnur álititsstørv í heimbygdini og var m.a. deknur í kirkjuni í Porkeri í samfull 43 ár.
Hilmar Bech var giftur Kristinu f. Samuelsen úr Tjørnuvík og fingu tey tvey børn.
Hilmar Bech umboðaði Javnaðarflokkin á Løgtingi frá 1970 til 1984, og tíðarskeiðið 1979 til 1980 sat hann sum løgtingsformaður.
Nú Hilmar Bech er farin, so er farið at tynnast nógv í tí skara av tingfólkum, sum umboðaðu Javnaðarflokkin tíðina upp gjøgnum 70´uni. Hesi vóru flest øll nýggj í politikki, tá gomlu hetjurnar í flokkinum fullu frá serliga í seinnu helvt av 60´árunum. Hilmar Bech hoyrdi soleiðis til nýggja ættarliðið av politikkarum, sum avloysti sjálvar slóðararnar í flokkinum m.a. Dam, Danbjørg og Davidsen. Men henda arvin lyftu Hilmar Bech og tey, sum tá umboðaði flokkin, við treysti, virðing og eldhuga.
Tíðin upp gjøgnum 70 árini var sera hendingarík. Á vinnuliga økinum eins væl innan tað almenna hendu stórar broytingar, tí Føroyar vóru í stórari menning á øllum økjum. Vegakervið varð útbygt um alt landið, berghol vóru gjørd millum fleiri bygdir, stórar havnaútbyggingar, nýggjar skúlabyggingar, nýhugsan og nýskapan innan strandferðslukervið og fiskivinnan varð nýskapað, tá fiskimørkini vóru flutt út. Á allan hátt kann sigast um hesa tíðina, at tá bygdu tey land. Tað er hetta arbeiðið, sum tá varð gjørt, sum ger, at vit í dag eiga eitt framkomið og vælskipað samfelag.
Men Hilmar Bech var eisini hann, sum lyfti politiska arvin í Porkeri eftir navnframa Danbjørg. Hóast á mangan hátt ólíkir, so høvdu báðir rættiliga eins lívsstørv og áhuga. Báðir høvdu teir starv sum lærarar í Porkeri, báðir umboðaðu teir oynna á tingi í áramál, báðir vóru teir tingformenn, og báðir vóru teir porkeningar.
Tað er sera áhugavert, at bygdin Porkeri hevur havt valdan tingmann næstan hvørt valskeið síðan 1936 og fram til 1994. Verður hugt eftir politisku undirtøkuni, sum Javnaðarflokkurin hevur havt í ymisku bygdunum, so sæst, at Porkeri skarar framúr. Hetta er ikki av tilvild. Hetta merkir, at her býr eitt fólk, sum ynskir, at virðini skulu koma øllum fólkinum til góðar, og at vit øll skulu eiga javnbjóðis møguleikar til eitt virkið og virðiligt lív. Men henda undirtøkan er heldur ikki uttan eitt stórt arbeiði og stórt trúfesti frá monnum sum Hilmari Bech.
Hilmar Bech var í sínum politiska starvi sera arbeiðssamur. Hann var trúgvur sum trøllið. Trúgvur mótvegis teimum, sum valdu hann. Trúgvur mótvegis tí flokki, sum hann umboðaði. Á ein stillføran og siðililgan hátt framdi hann sín gerning, og tá úrslitini vóru veruleiki, so stóð hann ikki fremst og tók sær heiðurin. Á allan hátt átti flokkurin í Hilmari Bech ein stillføran og tignarligan tingmann og tingformann.
Javnaðarflokkurin lýsir í takksemi frið yvir minnið um Hilmar Bech.
Aksel V. Johannesen, floksformaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo