Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Í morgun fekk eg boðini um, at Heðin Jacobsen var farin, 62 ára gamal.

Heðin var ættaður úr Skálavík, sonur Ólavur í Geil og Nannu í Hanusarstovu.

Tey síðstu árini hevur Heðin verið merktur av sjúku, men hann hevur ikki góðtikið tað, kundi man síggja á honum, hann arbeiddi álíkavæl, tí arbeiðsevnini hjá Geilamonnunum hava verið framúr.

Heðin giftist til skopunar við Tórfríð Hentze, saman fingu tey børnini Súsannu, Mads og Herfríð.

Sum ungur fór Heðin til skips, sum aðrir ungir menn. Sjálvur dámdi honum væl, var ímillum teir fremstu.

Heðin lærdi til skipara, tað var eisini hansara yrki leingi.

Brøðurnir av Kletti, sum var staðarnavnið á barnheiminum í Skálavík, keyptu sær skip, teir silgdu nakað í byrjanini út frá Skopun, við hesum snotuliga 50-tonsara.

Síðan fóru teir í Eystursjógvin at fiska. 

Tummas, elsti beiggin, og Heðin skiftust um at føra bátin saman við hinum Klettabeiggjunum og væl gekk við fiskaríðinum, jú, hesir brøðurnir rokaðust við Fríðborg.

Men óeydnan var eisini har. Vit minnast at ein dag koppaði báturin og sakk ógvuliga knappuliga. Heðin var skipari og Tummas stýrimaður henda túrin, hinir beiggjarnir, sum vóru við vóru Torbjørn, Ragnar og Hanus, jú, allir fimm beiggjarnir vóru við tá forlisið hendi.

Eg havi sæð í onkrum blað, at teir góðu Harranum Jesus æruna fyri, at teir sluppu við lívinum.

Seinni keyptu teir nýggjan bát, ein 80-tonsara, men tá fór fiskaríið at minka í Eystursjógnum, og seldu teir tann bátin.

Undir arbeiði av troli, fekk Heðin ein trukk oman yvir seg og fekk stóran skaða. Tá hann var komin fyri seg aftur, fór hesin pressari at læra til elektrikkara, og bleiv tað arbeiði hjá honum til sjúkan forðaði hesum.

Jú, tey síðstu tvey árini sá tú henda vakra skálavíksjingin vera á keiðini í Skopun og arbeiða uppá tíggjumannafarðið Røðina og hegnigur var Heðin, tað liggur til fólkið.

Heðin var ein bekennandi kristin, hann var deknur í Skopunar Kirkju, og las hann har við síni vøkru rødd, nú er røddin tagnað her á fold.

Eg veit at saknurin er stórur hjá Tórfríð og børnunum og ikki minst abbabørninum, sum so trúliga hann leiddi við sær.

Friður verður við minninum um Heðin á Klett.

Gerhard Lognberg
borgarstj.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo