Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Hóast tað ikki kom óvart á nakran, so var tað kortini við stórari sorg, at Havstein, hóast høgan aldur ikki er millum okkum longur.

Hendan dagin kom tann stóra kvirran, tá sálin fór yvir um fjallatromina og inn í ævinleikan.

Tað er ein stutt, ein stokkut løta,
so fara vit úr hesi verð;
í himmiríki aftur møta
vit teimum, sum vit mistu her.
Sum tú, algóði faðir mín,
í náði leiddi heim til tín.

Troytt og tigandi er náttúran í líkklæðum sínum,men vári gevur okkum vónina um eina bjarta tíð, sólin lívgar foldina, fuglurin kemur aftur, og framtíðarvónin birtist aftur í sál okkara. Hvussu skarst? Hvat náttu vit, og hvat lótu vit liggja?

Um hetta sama mundi legði Havstein Ellingsgaard árarnar inn, og tíð hansara var komin.

Konan hevur mist ein kæran man, børnini syrgja ein góðan pápa, abbabørnini ein góðan abba, familja og vinir hava mist ein góðan vin.

Hóast nívandi sjúku og høgan aldur, er smeiturin dyggur. Tann stóri skarin av fólki sum fylgdi honum á hansara seinastu ferð, er ein vitnisburður um sorgina, sum nívir okkum øll.

Onkusvegna varða vit av, sum foreldur, familja, vinir og ikki minst sum borgarar í hesum landi.

Nærumhvørvi har hann búleikaðist næstan alt sítt lív hevur nógv at takka honum fyri.

Hann var rættuliga ungur tá hann gjørdist stjóri í Timburhandilinum hjá D.P. Højgaard, sum hann røkti í 17 ár, og seinri stjóri á Lynfrost í 10 ár. Hetta var um hetta mundi størstu arbeiðspláss í kommununi og Eysturoynni.

Hann tók stig til at byggja Eysturoyar Ellis- og Røktarheim, og fyrsti fundur um byggingina var heima hjá Odu og Havstein við Løkin 5 í Runavík. Stóð á odda fyri at byggja Runavíkar Sjómansheim, og somuleiðis Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum, har hann eisini var formaður í stýrinum í nógv ár, og somuleiðis formaður í Ungdóms- og Missiónshúsinum í 1983 tá KFUM skótarnir á Glyvrum vóru settir á stovn, og hildu til har. Hann sat í fyrsta Bólkaráðnum hjá KFUM skótunum á Glyvrum saman við m.ø. Jákup Kass, fyrrv. sóknarpresti.

Hann sat eisini í bygginevndini tá Sjómansheimið Ørkin í Reykjavík var bygd, og fyristøðumaður har eitt stutt skifti, og í bygginevndini tá Leguhúsið í Nesvík var bygd.

Leikluturin hjá Havstein Ellingsgaard sum íverkseti í nærumhvørvinum eigur ongantíð at verða gloymdur. Hann eigur at fáa rúmd og pláss tá lokala søgan verður skrivað.

Hin upprisni var ikki bara við Havstein gjøgnum ungdóms- og manndómsár hansara, men eisini tá tað tók at kvølda, og lívsdagur hansara aftnaði.

Sorgin og saknurin er stórur hjá tær Odu, Hans Petur, Jóhannu, Eyð, Bjørg og Anbritth, abbabørnum og vinum.

Í takklæti lýsa vit frið yvir minnið um Havstein Ellingsgaard. Hvíl í friði.

Lasse Klein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo