Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tað eru kanska ikki øll, sum geva sær far um, hvussu stóran týdning Erik hevur havt fyri føroyska samfelagið. Við sínum hvassa penni hevur hann áhaldandi peikað á trupulleikar, ið náttúran hevur havt at barst við. Hann var í 1984 eisini við til at stovna Føroya Fuglafrøðifelag.

Áhugin hevur verið tann vanligi føroyski búfuglurin, og Erik hevur í mong ár varpað ljós á ymisk náttúruverndarviðurskifti. Frá 70'unum og eini 30 ár fram skrivaði hann greinir sum til dømis "Skúgvur og fordómur" og "Lundin og skrápur, um røkt og misrøkt av nátturutilfeingi okkara". Hann hevur skrivað nógv um rottueftirlit og týdningin av at forða, at hon kemur í fleiri oyggjar í Føroyum.

Erik hevur eisini við áhaldni lagt lunnar undir, at Føroya land umsíðir tók ábyrgd av at røkja nakrar av okkara sjófuglastovnum. Í brævi frá Erik til táverandi stjóra á Havstovuni, Jákup Sverra Joensen, greiðir hann frá vanlukkuligu veiðuni, sum man frá almennari síðu hevði vent blinda eygað til, og heitir inniliga á stjóran um, at skil má fáast í. Hóast tað kanska ikki var ein beinleiðis avleiðing, so fekk Andrias Reinert stutt eftir í uppgávu at innsavna vitan um føroyska lomvigastovnin, millum annað við ringmerking av lomviga. Hetta førdi síðani til, at sjófuglakanningarstøðin á Havstovuni varð sett í verk.

Eingin hevur sum Erik ferðast runt í landinum fyri at halda eitt vakið eyga við ymisku fuglabølini, og hansara holla vitan var eisini brúkt millum annað í bókini "Important Bird Areas in Europe" hjá International Council for Bird Preservation.

Í árunum 2002 til 2010 taldu Erik, Petur Mortensen og Jens-Kjeld Jensen grágæs fyri Wildfowl & Wetlands Trust (hendan teljingin er nú aftur sett í verk av Havstovuni). Hesir somu taldu eisini æður kring alt landið í fleiri ár á rað. Alt, ið hesir undangongumenn gjørdu, var av berum áhuga fyri okkara náttúru og við ynskinum um at verja hana.

Erik fylgdi væl við, og las nógv. Hann visti alt um støðuna hjá føroysku fuglastovnunum, men hann visti eisini so nógv um nógv annað - sum til dømis, hvussu fuglarnir høvdu ment seg frá dinosaurunum. Hann átti eitt stórt savn av bókum, og serliga nógvar enskar, ið flest allar vóru um náttúruna.

Hetta er tann stóri arvurin, sum Erik hevur latið eftir til Føroya land; at hann bæði alment og privat legði orð og tankar til, hvussu vit á besta hátt kunnu og eiga at liva í Føroyum, uttan at ganga náttúruni ov nær. Ofta eru fuglafrøðingar eins og røddin í oyðimørkini, men Erik hevur víst okkum, at við tolsemi og áhaldni ber nógv til, eisini í Føroyum.

Vegna Føroya Fuglafrøðifelag
Sjúrður Hammer og Jens-Kjeld Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo