Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Nú sólin alt síðan stytsta dag so líðandi hevur togað seg hægri og hægri upp á himmalhválvið, og vit frøast um sigrandi ljósið og tilstundandi várið, so við eitt, so verða vit mint á orðini í sálminum, “At best sum sólin fagrast skínur, deyðin inn um dyrnar trínur”. Og henda sunnudagin var tað Andreas Petersen, sum varð fluttur um sýn bert 71 ára gamal.

Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur, nú vit hava mist ein sera dugnaligan og trúgvan starvsfelaga gjøgnum mong ár.

Andreas varð føddur í Oyndarfirði 8. juni 1947 sonur Martinu og Arna Petersen. Foreldrini búsettti seg í Klaksvík seinni, haðani pápin sigldi. Hann var úr Oyndarfirði og hon av Eiði. Í hesum livandi og virkna býi vaks Andreas upp og livdi síni unglingaár, áðrenn leiðin lá fyrst til Havnar og so niður til Danmarkar at nema sær útbúgving. Hann tók læknaprógv í 1977 í Keypmannahavn. Seinni flutti hann til Svøríkis at arbeiða sum lækni og at útbúgva seg til kommunulækna. Heimafturkomin gjørdist hann fyrst kommunulækni í Rúnavík, síðan í Havn, áðrenn hann tók við kommunulæknastarvinum í Gøtu, sum hann røkti í samfull 30 ár fram til 2015.

Andreas var giftur við Katrini Zachariassen, sum er ættað av Sandi. Tey búsetti seg í Syðrugøta, og Katrin fekk starv sum lærari við Handilsskúlan á Kambsdali. Tey fingu tvey børn, sonin Arna og dóttrina Jóhannu. Nú Andreas legði árarnir inn, so áttu hann og Katrin fimm abba- og ommubørn.

Heilt frá ungum árum var Andreas javnaðarmaður. Hjá honum vóru tað korini hjá vanliga fólkinum, sum lógu honum fremst á sinni. Hann gjørdist tí virkin í Eysturoyar Javnaðarfelag og sat sum limur í kommununi í Gøtu frá 1994 til 2004.

Tá nýggj samgonga varð skipað í sept. 1994 varð Andreas Petersen valdur sum landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum. Hetta var í kjalarvørrinum av stóra hóttafallinum, sum hevði rakt landið tvey ár frammanundan. Javnaðarflokkurin hevði havt eitt stak vánaligt val, har flokkurin fór úr 10 niður í 5 tingsessir, men Andreas var til dystin fúsur. Hetta vóru málsøkini, sum høvdu hansara størsta áhuga, umframt at hann sum lækni hevði stóra vitan um júst heilsumál. Og ikki kann sigast annað enn at væl hilnaðist hjá honum sum landsstýrismaður, og vann hann sær stóra virðing millum manna.

Við løgtingsvalið í 2002 varð Andreas valdur løgtingsmaður. Hesa tíðina sat flokkurin í andstøðu, og hetta var tíðin, tá fullveldisbylgjan var í hæddini. Hann varð afturvaldur á valinum í 2004, og tá var flokkurin aftur í samgongu og hevði leiðsluna við løgmanni. Valskeiðið 2008 og fram til 2011 sat Andreas sum varamaður á tingi, men stillaði ikki uppaftur í 2011.

Andreas hevði eitt blídligt og fyrikomandi lyndi. Hann tók alt á sín egna hóvliga og skilagóða hátt. Hann var drúgvur og djúpur í kjakinum, og ongantíð lat hann seg taka av fótum, tí hansara politiski grundvøllur var tryggur sum kletturin. Hann hevði eina sera breiða vitan um samfelagslig viðurskifti ikki bara her hjá okkum, men eisini burtur í heimi. Tað er eingin loyna, at tíðin, hann búði í Svøríki, hevði havt stóra ávirkan á hann, serliga politiskt. Hann var hugtikin av svenska vælferðarsamfelagnum, og mangan tók hann dømir um hetta fram, tá hann førdi fram røðu á tingi. Tá Andreas slapp at greiða frá um “Folkhemmet”, tá var hann í essinum.

Sum fáur annar, hevði Andreas eitt sera gott minni. Honum nýttist ikki at leita upplýsingar fram, sum vit gera nógv av í dag, tí hann hevði flestu hesar sum vanliga vitan. Hendingar, árstøl og ikki minst ættarbond visti hann bara, og tí var hann altíð sera áhugaverdur í kjaki og práti. Stóri áhugi hansara fyri samfelagnum gjørdi, at hann fylgdi ómetaliga væl við øllum tí, sum fyrifórst rundan um hann.

Ikki minst man eisini GÍ og Víkingur hava nýtt væl av tí áhuga, sum Andreas hevði fyri sínum nýggju heimaliðum. Fáir mundu dystirnir vera í Sarpugerði, sum hann ikki sá, og var ein uttanlandsferð við GÍ og seinni Víkingi, so var Andreas við sum liðlækni.

Gøtufólk og eysturoyingar hava mist sín gamla kommunulækna, sum var millum teirra í trý áratíggjur og skapti tryggleika.

Eisini vit í Javnaðarflokkinum hava mist. Andreas veitti flokkinum ein trúgvan og drúgvan stuðul. Altíð førdi hann seg fram við tí positiva og vælviljaða politiska boðskapinum. Hesa klóku og vísu rødd fara ivaleyst mong javnaðarfólk at sakna.

Men størstur er missurin hjá tykkum hansara kæru Katrinu, Arna og Jóhonnu við familjum, nú hann so brádliga varð tikin burtur. Flokkurin vísir tykkum størstu samkenslu.

Hann, sum øllum valdar, hann hjálpi og styrki tykkum í ókomnum døgum.

Javnaðarflokkurin takkar Andreasi Petersen fyri ta orku og tað ídni, hann legði í politisku uppgávuna at flyta landið fram á leið.

Við hesum orðum lýsa vit frið yvir minnið um javnaðarmannin Andreas Petersen.

Javnaðarflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo