Vinafelagið Føroyar- Ísrael, ICEJ Føroyar og Ísraelsmissiónin: Mánakvøldið, í kvøld 7. oktobur kl. 19:30, verður minningarhald í Løkshøll í Runavík, í samband við eitt ára dagin fyri ræðuleikunum, tá ið Ísrael var álopið av Hamas og fleiri enn túsund ósek vóru dripin og tikin sum gíslar.
Eitt ár eftir sita 101 fólk framvegis gíslar hjá Hamas í Gaza
Á tiltakinum luttekur miðeysturtíðindamaðurin, Jotam Confino á stórskíggja beinleiðis úr Tel Aviv. Jotam er m.a. regluliga tíðindamaður hjá heimsins stóru tíðindastovunum eins og BBC og CNN.
Eisini verður sangframførsla, ymisk fólk hava stutt innsløg og “live stroyming”.
Eftir tiltakið er drekkamuður.
Tiltakið er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo